14. aug. 2019
Lærarastarv í Sankta Frans skúla

Lærarastarv í Sankta Frans skúla

Fyri lærara i barnsburðarfarloyvi verður lýst eftir lærara at byrja 1.september 2019:

Vit sóknast eftir lærara, ið kann vera flokslærari í 2. flokki og undirvísa í hesum lærugreinum í grunddeildini:

Føroyskum, rokning, kristni, sang umframt tímar í serstovu

 

Starvið er tíðaravmarkað frá 1. september og skúlaárið út (26.juni 2020). Lønarbrotið er 0.8.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
     

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi  mikudagin 28august kl. 16.00 Umsóknir verða sendar til:

Sankta Frans skúli

Varðagøta 10

FO-100 Tórshavn

ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo

 

­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536   ella 

Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra á  tlf. 282533

 ____________________________________________________________________

Í Sankta Frans skúla eru 364 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 28 lærarar og 4 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan

 

20. aug. 2025
Okkara Poulina
13. aug. 2025
Fyrsti skúladagur
12. aug. 2025
Ansið væl eftir børnunum í ferðsluni, nú skúlin byrjar aftur 13. august
04. aug. 2025
Vælkomin aftur í skúla
20. jun. 2025
Summar-sangløta 19. juni 2025
18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025
18. jun. 2025
Grund­deildin í Havnardali
Sí eldri tíðindi