Vikuætlan
Office 365
Bókasavn
I-Bøkur
Leinkjur
TÍÐINDI OG BOÐ
20. aug 2025.
Okkara Poulina
Lesið greinina her: Skúlablaðið - Lærari í hálvthundrað ár.pdf
13. aug 2025.
Fyrsti skúladagur
Í dag hava næmingar í 1.flokki og forskúlanum havt sín fyrsta skúladag. 
12. aug 2025.
Ansið væl eftir børnunum í ferðsluni, nú skúlin byrjar aftur 13. august
Tann 13. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri Miru og Gilla – o…
KOMANDI TILTØK
Sí fleiri tiltøk
Skúlin við Varðagøtu, sum vit kenna hann í dag,
byrjaði í 1933. Tó er eftir tørvi bygt uppí, umframt
at fimleikahøll kom fyrrapartin í ‘60unum.
H.C.W. Tórgarð teknaði bygningarnar.
Visión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Tryggar og heimligar karmar fyri børn og teirra læring
• Vilja vera fyrsta val hjá ábyrgdarfullum foreldrum
• Vilja menna samanhald og yrkisføri
Missión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Skúlin hvílir á kristna og fólkaræðisliga grund
• Skúlin byggir á stoltar siðvenjur og skikkað starvsfólk
Virðisgrundarlagið
Virðisgrundarlag skúlans byggir á 4 súlur. Tær eru fakligur førleiki, tryggleiki, samstarv og virðing.
Fakligur førleiki
  • Dugnalig fólk eru týdningarmikil í dagsins samfelag
  • Øll børn hava rætt til og brúk fyri fakligum krøvum - hóskandi til teirra evni og áhuga
  • Fakligur førleiki skapar gleði og økir sjálvvirðið
Tryggleiki
  • Bæði børn og vaksin virka best í tryggum og jaligum umhvørvi
  • Tað er týdningarmikið at tora at ganga nýggjar leiðir, menna síni evni og tora at stíga fram
  • Tað er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og mennast sosialt
Samstarv
  • Tað er týdningarmikið at hava álit á og at gera brúk av tí, hvør einstakur er góður til
  • At samstarv er neyðugt í øllum arbeiði í skúla, flokki og øðrum bólkum, vit eru partur av
  • Í dag er neyðugt at vísa tolsemi og kunna virka í ymsum høpi, bæði fakliga, sosialt eins væl og í altjóða høpi
Virðing
  • Øll eru ymisk og hava ymiskan tørv
  • Tað er neyðugt at læra børn at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum
  • Øll mugu virða skapanarverkið og tað skapta