Framseting (stílur)
Næmingar í 7., 8. og 9. flokki skulu upp í framseting í føroyskum, donskum og enskum.
Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, eisini teldutøkar orðabøkur og rættstavari.
Tó er strangliga bannað at nýta vitlíki (t.d. ChatGPT ella onnur líknandi amboð) til framseting.
Brot á hetta verður roknað sum svik.
Gevið tykkum tíð at lesa og rætta stílin væl, so úrslitið verður so gott og virðiligt sum gjørligt.
Uppsetan
Um uppsetan verður kravd til stíl, skal hendan vegleiðingin nýtast:
- Skriva við Times New Roman
- Yvirskrift: stødd 16
- Tekstur: stødd 12
- Reglumillumrúm: 1,5
- Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
- Breddin skal vera vinstrarættaður (venstrejusteret)
Yvirskriftir kunnu tó standa í miðstøðu - Sitat skulu frámerkjast við gásareygum.
- Ovast á síðuni (eisini kallað "Sidehoved") skal skrivast:
Navn – Flokkur – Lærugrein – Dagfesting
Vegleiðandi stílalongd
| Føroyskt | Danskt og enskt | |
| 7. flokkur | 1.600 – 3.600 tekn við millumrúmum | 1.600 – 3.000 tekn við millumrúmum |
| 8. flokkur | 2.600 – 4.800 tekn við millumrúmum | 2.000 – 4.000 tekn við millumrúmum |
| 9. flokkur | 3.600 – 7.200 tekn við millumrúmum |
2.400 – 4.800 tekn við millumrúmum |
Vegleiðing til at lata stíl inn á WiseFlow (Ikki FLOWlock)
Tá næmingurin er liðug/ur at skriva stílin í Microsoft Word, skal hann gerast um til PDF-skjál.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á “Filer” á rætta Word-skjali.
- Vel “Eksportér”.
- Trýst á “Download som PDF” ella “Publicer”.
PDF-skjalið liggur nú á telduni undir “Overførsler” ella “Downloads”.
Lat stílin inn á WISEflow:
- Far á heimasíðuna roynd.skulin.fo.
- Vel røttu uppgávu á síðuni.
- Trýst á “Send upp” undir “Uppgávusvar”.
- Vel rætta PDF-skjál við stílinum og trýst á “Åbn”.
- Trýst á “Trýst her fyri at lata inn”.
- Vátta, at uppgávan er latin inn.