Barnasangir
Føroyar eru heimsins besta stað
Havið er eitt mysterium - sangurin byrjar á min. 2:50
Barnasangir í Barnasangbók Føroya
Stavrað sangurin - Lurta og syng við frá minutti 7.25 til 8.19
Her er kærleiki at finna
Her er kærleiki at finna,
sum kann lívga rædda sinnið,
sært tú ikki krossin standa,
sum kann loysa teg úr vanda?
Jesus Kirstus doyði har.
Komið øll her út og síggið,
ikki burt av ótta flýggið:
frelsuverkið enda hevur,
Jesus Kristus lív sítt gevur
fyri okkum syndarar.
Eg á Krist mín alt vil byggja,
lívið mítt hann vil sær tryggja;
hann mær hjálparhendur rættir,
Barn sítt rekur hann ei aftur,
Væl tað má tí elska hann.
Frelsu havi eg alt funnið,
við tað blóð, sum hevur runnið;
Hetta vil eg aldri gloyma,
Eg vil tað í hjarta goyma,
Sum mær Jesus sjálvur gav.
Yrkjarin ókendur