VoisIT

Hetta forriti kann umseta talu til tekst.  

Forriti kann takast niður her umvegis leinkini niðanfyri:

Android og Chromebook

 

App store, Iphone og ipad

Intowords

Hetta amboð kann brúkast av næmingunum, sum eru orðblind ella eru lesið og skriviðveik.

Forriti  kann lesa upp tekst, stuðla uppundir skriving og veita skrivið vegleingar.

Forriti kann takast niður sum ''plug'-in/udvidelser'' á Chrome browsarum.  

Innritan: Næmingar nýta (uni-login), og rita inn við teirra dømi@skulin.fo teldupost at rita inn við.

 

Teldutala.fo

Hetta forriti kann lesa tekst upp á føroyskum. Forriti riggar betur enn eitt nú intowords til upplestur.

Royn forriti her Teldula.fo

Tað ber til at upploada eitt word skjal, skriva sjálvur, ella kopiera ein tekst inn.

Fyri at upploada eitt word skjal, er neyðugt at stovna ein brúkara. 

 

Nota Bibliotek

Nota er eitt gratis talgilt bókasavn til fólk ið hava ein staðfestan lesitrupuleika.

Nota gevur atgongd til mest sum allar skúlabøkur, fakbøkur og fríyrkisbøkur á donskum. Á savninum kunnu brúkarir lurta eftir ljóðbókum, ella heinta bókina niður sum pdf ella word fílu.   

Skúlin kann søkja um atgongd vegna ein næming, um næmingurin hevur fingið staðfest ein viðkomandi lesitrupuleika.

Heimasíða: Nota.dk

Android og Google play

 

App Store, iphone og ipad

Sprotin.fo - Kanna føroyskan tekst

Her kunnu næmingar kopiera ein tekst, og seta hann inn í ein teig, og fáa víst um teksturin skal rættast. 

Neyðugt er at trýsta á teigin uttast til høgru á sprotanum, fyri at fáa røttu síðuna fram.