Vikuætlan
Office 365
Bókasavn
I-Bøkur
Leinkjur
TÍÐINDI OG BOÐ
10. Nov 2026.
Mín jólabók 2026
Jólabókin hevur í nógv ár glett børn og verið við at skapt hugna í tíðini upp undir jól. Aftur í ár hevur tú møguleika fyri at bí…
10. Nov 2026.
Stjørnuleikir
Umsorganar og ítróttar- adv breytin hava skipað fyri stjørnuleikum. Avtala varð gjørd við Skúlan á Trøðni um, at næmingar hjá tei…
05. Nov 2026.
Hondbóltslands­liðið vitjaði
Glaðir og spentir næmingar tóku ímóti hondbóltslandsliðnum. Fleiri enn 400 næmingar hava í fleiri dagar bíðað í spenningi eftir,…
KOMANDI TILTØK
Sí fleiri tiltøk
Skúlin við Varðagøtu, sum vit kenna hann í dag,
byrjaði í 1933. Tó er eftir tørvi bygt uppí, umframt
at fimleikahøll kom fyrrapartin í ‘60unum.
H.C.W. Tórgarð teknaði bygningarnar.
Visión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Tryggar og heimligar karmar fyri børn og teirra læring
• Vilja vera fyrsta val hjá ábyrgdarfullum foreldrum
• Vilja menna samanhald og yrkisføri
Missión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Skúlin hvílir á kristna og fólkaræðisliga grund
• Skúlin byggir á stoltar siðvenjur og skikkað starvsfólk
Virðisgrundarlagið
Virðisgrundarlag skúlans byggir á 4 súlur. Tær eru fakligur førleiki, tryggleiki, samstarv og virðing.
Fakligur førleiki
  • Dugnalig fólk eru týdningarmikil í dagsins samfelag
  • Øll børn hava rætt til og brúk fyri fakligum krøvum - hóskandi til teirra evni og áhuga
  • Fakligur førleiki skapar gleði og økir sjálvvirðið
Tryggleiki
  • Bæði børn og vaksin virka best í tryggum og jaligum umhvørvi
  • Tað er týdningarmikið at tora at ganga nýggjar leiðir, menna síni evni og tora at stíga fram
  • Tað er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og mennast sosialt
Samstarv
  • Tað er týdningarmikið at hava álit á og at gera brúk av tí, hvør einstakur er góður til
  • At samstarv er neyðugt í øllum arbeiði í skúla, flokki og øðrum bólkum, vit eru partur av
  • Í dag er neyðugt at vísa tolsemi og kunna virka í ymsum høpi, bæði fakliga, sosialt eins væl og í altjóða høpi
Virðing
  • Øll eru ymisk og hava ymiskan tørv
  • Tað er neyðugt at læra børn at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum
  • Øll mugu virða skapanarverkið og tað skapta