Vit eru tveir heilsufrøðingar í arbeiða á skúlanum.

Vit eru á skúlanum mikudag, hósdag og fríggjadag.

Vit hava deilt okkum upp soleiðis at Jannet Poulsen hevur 1-6 flokk. og Karin Gaardlykke hevur 7-9 flokk.

Næmingar koma til innskúlasamrøðu saman við foreldrum, tá tey byrja í 1.flokki.

Eftir hetta er undirvísing og einstaklingasamrøður í 2. flokki, 5. flokki og 7. flokki. Í 9. flokki er undirvísing og útskúlasamrøða við næmingin.

Evnir, sum undirvíst verður í, eru m.a. trivnaður og vinaløg, hondreinføri, kroppur og mørk, kynsbúning, ABC fyri sálarliga heilsu og seksualundirvísing. Til einstaklingasamrøður verður tosað við næmingin um trivnað í skúla, frítíð og heima. Eisini verða funktiónskanningar gjørdar.

Heilsufrøðingurin hevur eisini ”Opnu hurðina”, har næmingar eru vælkomnir at banka á hurðina og koma inn at tosa eftir tørvi, eftir avtalu við lærara.

Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við okkum við spurningum um heilsu, trivna og menning hjá barninum. Allir spurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meir kunning fæðst á heimasíðuni: www.gigni.fo

Vinaliga heilsufrøðingarnir

Jannet Poulsen, Hósdag 8-16, fríggjadag 8-12. Tlf.562331 Jannetp@gigni.fo 

Karin Gaardlykke, Mikudag 8-16, hósdag 8-12. Tlf 562359 Karing@gigni.fo