Breytaskipanin í 8. og 9. flokki

Fyri at geva næmingunum eitt fjølbroytt og spennandi skúlatilboð skipar skúlin fyri breytavirksemi í 8. og 9. flokki. Breytavirksemið er partur av eini menningarætlan, sum heldur fram til og við skúlaárið 2028/29.

Við einum breytadegi um vikuna vilja vit geva næmingunum størri ávirkan á egna læring, styrkja motivatión og trivnað, menna ymiskar førleikar og skapa ein skúla, har fleiri næmingar fáa møguleika at eydnast. Endamálið er ikki at læra minni, men at læra øðrvísi og ofta djúpari.​

Á breytunum verður dentur lagdur á praktiska og virkna læring. Næmingarnir fáa møguleika at arbeiða við fakligum tilfari á ein ítøkiligan hátt og at royna sínar førleikar í veruligum støðum – eisini uttan fyri skúlastovuna.

 

Hálvársbreytir

Breytirnar eru hálvársbreytir. Tað merkir, at næmingarnir hava eina breyt fyrru hálvu av skúlaárinum og eina breyt seinnu hálvu. Soleiðis fáa teir møguleika at royna ymiskar breytir í skúlatíðini.

 

Val av breyt

Breytavalið fer fram í apríl/mai. Næmingarnir velja talgilt í Forms og raðfesta tær seks breytirnar frá teirri breytini, teir helst vilja ganga á, til ta, teir minst ynskja.

Skúlin býti næmingarnar á breytirnar við støði í trimum teimum ovastu ynskjunum. Hetta verður gjørt fyri at fáa eitt hóskandi næmingabýti á breytunum.

Tá næmingarnir verða býttir á breytirnar fyrru hálvu, verða næmingar í 9. flokki raðfestir fram um næmingar í 8. flokki, tá talan er um fyrsta ynski.

Næmingarnir fáa í seinasta lagi 1. juni boð um, hvørja breyt teir hava fingið.

 

Val til seinnu hálvu

Í november fáa næmingarnir møguleika at endurskoða valið og ynskja aðra breyt til seinnu hálvu av skúlaárinum.

Tá verður ikki raðfest eftir floksstigi. Í staðin verða næmingar, sum ikki hava gingið á einari ávísari breyt fyrru hálvu, raðfestir fram um næmingar, sum longu hava gingið á henni. Soleiðis fáa sum flest høvi at royna ymiskar breytir.