Undirvísing í kynsligari heilsu/seksualundirvísing og útskúlakanning

Góðu næmingar og foreldur,

Komandi fríggjadag fari eg at undirvísa 9.flokki í kynsligari heilsu/seksualundirvísing. Vit vera tveir heilsufrøðingar um undirvísingina.

Frá í næstu viku fara vit at byrja uppá útskúlakanningar.

Útskúlakanningin umfatar funktiónskanningar (sjón, litsansur, hoyrn, hædd og vekt), og eina persónliga samrøðu við næmingin um lívsstíl, trivnað og likamliga, sálarliga og kynsliga heilsu.

Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við meg, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við barn tykkara.

Vinaliga,

Morid Meitilberg,
Heilsufrøðingur í Sankta Frans skúla,

Tlf. 562339,

Mail: moridm@gigni.fo

Boð 9. a