Vikuætlan 5.b

Lesið heima hvønn dag í 15-20 min. 

Vika 48 - 2026

Mánadagur
23. November
Týsdagur
24. November
Støddfrøði
Heima: næmingar hava fingið grundbókina við heím, so til og við s. 14 skal vera liðug til í dag.
Danskt
Heima: s. 52-54
Lui, Magnus, Mira og Olivia hava fingið hvør sítt brot at lesa og umseta til føroyskt.
Mikudagur
25. November
Støddfrøði
Heíma: nakrir næmingar fingu roknibókina heim við, so teir kunnu gera írestandi síðurnar til og við s. 14 til í morgin hósdagin (bøkur við í skúla aftur)
Í skúlanum: vit rokna í felag í grundbókini.
Kristni
Heima: lesa s. 55-58 + spurningin: hvat merkja nøvnini hjá tær og tínum nærmastu (skrivlig uppgáva)
Pakkakalendari
Vit leggja ætlanir um pakkakalendara.
Hósdagur
26. November
Støddfrøði
Heima: sí boð frá mikudegnum.
Í skúlanum: felags rokning í grundbókini.
Ítróttur
Gentur hava  fimleik.
Dreingir svimja 400 metrar – spæl fyri rest

Teir, ið ikki hava svimjiklæðir við, gera styrkivenjing saman við Esmari.
Byrjið at finna loppur
Árliga loppusølan verður fríggjadagin 4. des. Gott um næmingarnir byrja at hugsa um og taka lutir fram at selja.
Fríggjadagur
27. November
Pyntidagur
Næmingarnir klippa jólaprýði og pynta skúlastovuna. Eru í skúla kl. 8 til 11.20 sum vanligt. Hava bert tørv á penalarhúsi í dag.

Um næmingar eru burtur frá skúlagongd orsaka av sjúku ella av øðrum orsøkum, skulu smsboð sendast til flokslæraran, Guri Tórsdóttir tlf. 592880

Gentur svimja ólíka viku.

Dreingir svimja líka viku.