Útferð grunddeild 2026/27

Týsdagin 25. aug. fara næmingar og lærarar í 1. til 3. flokki í Sankta Frans skúla gongutúr úr Kirkjubø um Reynsmúlalág til Havnadali og oman í skúlan.

 

Børnini møta í Kirkjubø millum kl. 08:00 og 08:15. Kl. 08:15 fara vit til gongu.

Foreldur koyra børnini til rulluportrið í Kirkjubø, har gøtan byrjar. Lærarar taka ímóti børninum. Tosið tykkara millum, hvør kann koyra og roynið at fylla bilarnar.

 

Eisini ber til at taka bussleið 5 úr Steintúni kl. 07:35 og vera í Kirkjubø kl. 08:01.

 

Verið ílatin eftir veðrinum og verið í góðum gangiskóm. Havið lítlan ryggsekk við stórum og góðum matpakka og drekkidunki við.

 

Væntandi eru vit aftur í skúlanum um middagsleiti og børnini fara í frítíðarskúla sum vanligt.

 

Vit gleða okkum til ein góðan, virknan og hugnaligan dag!

Felags foreldrafundur verður 25.08.2026 kl 17.00 - 18.00