Góðu foreldur; 

Kunning frá Familjufyrisitingini  um Foreldrasamstarvsskeið 

https://sfs.fo/upload/tinymce/7a39cb132be6770ff0cebd0922f21fdaccff228f.pdf

og um Samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur ikki liva saman

https://sfs.fo/upload/tinymce/7d954a1c387c07dc60dc8a2d084060c9dc93f641.pdf

 

 

 

Góðu foreldur,

Fríggjadagin 1. desember 2023 er árligi loppusøludagur í SFS. ( Innkomni peningurin fór til Systrarnar í Kerit, ið lótu treingjandi føroyskum barnafamiljum peningagávur til jóla)  
Árliga loppusøludagin koma næmingarnir í skúla við loppum at selja, so sum: leikur, ið ikki verða brúktar longur, gomlum spølum, lutum, onkrum heimabakaðum lagt í krukku ella posa, o.l. Fyrstu tímarnar gera næm. klárt at selja í flokkunum, seta alt vakurt upp og prísa vøruna. 
Eftir fríkorterið sleppa tey runt skúlan at hyggja og keypa frá hvørjum øðrum. 7. flokkar hava café, har møguleiki er at keypa vaflur, saft o.l. Hetta er ein sera góður og hugnaligur dagur, sum børnini eru so glað fyri! Innkomni peningurin fer til eitt góðgerandi endamál í Føroyum. Tit frætta nærri um tað. Næm. hava einans lítla tasku við matpakka og vatndunki henda dagin. Minnist til at hava reiðan pening við at keypa fyri. Eru í skúla vanliga tíð.

Góðu foreldur,

Fríggjadagin 2. desember 2022 verðu r árliga loppusølan í SFS. Innkomni peningurin fer til eitt góðgerandi endamál í Føroyum. Henda dagin kunnu børnini taka ymiskt við heiman at selja: onkrar lutir, gamlar leikur, kanska okkurt heimabakað, o.a.. Allir flokkar hava básar inni í heimastovuni, har vøran verður sett upp og prísað. Næmingarnir ganga síðani runt og hyggja og keypa frá hvør ørðum. 7. flokkarnir hava café, har vaflur og annað gott kanna keypast. Kunnu tit minnast til at lata børnunum myntir at keypa fyri (2,5,10 og 20 kr)?  Tey kunnu gott hava ein seðil við eisini. 

Børnini møta í skúla kl. 8 og hava einans lítla tasku til matpakkan.Tey fara í frítíðarskúla vanliga tíð. 

Boð 1.a