Vallærugreinar í 8. og 9. flokki
Næmingum á Sankta Frans skúla stendur frítt at velja millum alis- og evnafrøði og týskt í 8. og 9. flokki. Hetta eru vallærugreinar og tískil ikki kravdar lærugreinar. Tær geva atgongd til ávísar útbúgvingarleiðir eftir loknan fólkaskúla, sí talvuna niðanfyri.
Næmingar kunnu velja báðar vallærugreinarnar ella aðra av teimum. Verður eingin vallærugrein vald, ynskir skúlin at fáa skrivliga váttan um avgerðina.
Fyri at fáa vallærugreinina við á endaliga prógvið skal næmingurin hava hana bæði í 8. og 9. flokki. Steðgar næmingurin ávegis, verður vallærugreinin ikki partur av endaliga prógvinum í 9. flokki og gevur sostatt ikki víðari atgongd til ávísar útbúgvingarleiðir.
Seinasta freist at velja eina vallærugrein er 1. oktober í 8. flokki.
Upptøkukrøv til víðari lesnað eftir loknan 9. flokk
Niðanfyri eru upptøkukrøv til víðari lesnað eftir loknan 9. flokk. Skúlin mælir til, at foreldur sjálvi kanna hesi upptøkukrøvini! Viðkomandi heimasíður eru www.glasir.fo, www.tsk.fo og www.miv.fo.
Tit kunnu fáa nærri kunning um NámX, sum er 10. floks skúlatilboð í Eysturskúlanum, á heimasíðuni www.namx.fo.
| Tíð | Føroyskt | Danskt | Enskt | Støddfrøði | Týskt | Alis/evna. | |
|
Tilfeingisbreytin Vestmanna |
3 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | |
|
Tøknibreytin Klaksvík |
3 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | |
|
Hugbreytin Glasir |
3 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | |
|
Náttúrubreytin Glasir |
3 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | |
|
Búskaparbreytin Glasir |
3 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | ||
|
Fyrireikingarbreytin 18 ár |
2 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | ||
|
Yrkisnám 1. ár
|
1 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | ||
|
Yrkisnám 2. ár
|
1 ár | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. | 9. fl. |
Seinast dagført 02.06.26