Loppusøla

Góðu foreldur, 

5. des. verður árliga loppusølan hjá Sankta Frans skúla. Hetta er vanliga ein sera hugnaligur og góður dagur, sum børnini gleða seg nógv til. Vanliga taka børnini gamlar leikur, spøl, ting o.a., sum ætlanin er at sleppa sær av við, ella sum tey ikki tíma at hava meir, við í skúla og selja fyri nakrar krónur-  1,2, 5 ella 10 kr. okkurt heilt serligt kann verða selt fyri 15 ella 20 kr, men ikki meir. Innkomni peningurin fer til eitt gott endamál í Føroyum, sum hevur við børn at gera. 

Eg skrivi longu nú fyri at minna tykkum á hetta, soleiðis at tit hava tíð at fyrireika og kanska hava ein posa kláran longu nú at leggja ting í, sum tit møguliga ætla at sleppa tykkum av við. Vit vilja helst ikki, at børnini koma við fullum posum av popkorni at selja, tí tað verður ov nógv av tí og endar við ikki at verða selt, og tí tað flýtur um allan skúlan. Tey kunnu gott hava smákøkur ella líknandi at selja, tá´má tað vera í krukkum ella innpakkað á onkran hátt. 

Næm. mugu eisini hava eitt sindur av reiðum peningi við at keypa fyri - 50 kr ella tað, tit áseta. 

Næm eru í skúla vanliga tíð tann dagin, men hava einans tað, tey ætla at selja við + matpakka og drekkidunk - ikki vanliga skúlatasku. Takk fyri tykkara vælvild. :)