Góð ráð í samband við skrivligar royndir

 

1. Fyrireika teg væl.

  • Les ígjøgnum undanfarnar uppgávur og royndir, so tú minnist, hvat tú dugir væl, og hvat tú kanst styrkja.
  • Tak grundbøkur, notatir og møguligar eldri uppgávur við, sum tú hevur brúkt í undirvísingini.
  • Tryggja tær eitt vælútgjørt pennahús við øllum, tú hevur brúk fyri.     

 

2. Áðrenn royndina

  • Verð væl úthvíld/ur og far hóskandi tíðliga í song kvøldið fyri royndina.
  • Et ein góðan og mettandi morgunmat, og hav ein sunnan matpakka og okkurt drekkandi við.
  • Møt í góðari tíð – helst 10–15 minuttir áðrenn royndin byrjar, so tú fært sett teg í ró og farið væl í gongd.

 

3. Undir royndini

  • Brúka tíðina skilagott og til fulnar. Byrja við teimum uppgávunum, tú kennir teg trygg/an við.
  • Les uppgávurnar gjølliga, áðrenn tú byrjar at skriva ella rokna.
  • Minst til at rætta og hyggja ígjøgnum uppgávuna, áðrenn tú letur hana inn, so úrslitið verður so gott sum gjørligt.

 

Góð ráð í samband við støddfrøðiroyndir

  1. Støddfrøði handbók er eitt sera hent amboð at hava við. Næmingarnir hava í 7. flokki fingið eitt eintak av henni frá skúlanum at eiga. Hon finst eisini á netinum, sí leinki: Støddfrøði handbók

  2. Tak undanfarnar fimis- og greiðslurokningar við til royndina. Tær kunnu geva góðan íblástur til, hvussu tú setur upp uppgávurnar, og hvussu tú hevur roknað áður.
    Hygg eisini eftir viðmerkingunum frá læraranum – tær eru ofta sera gagnligar.

  3. Hav góð og rein skriviamboð við: blýantar, pennar, viskileður, linjál, passara, vinkulmátara og lummaroknara. Einglablóð og litblýantar kann eisini vera hent at hava við.
    Skúlin viðmælir roknimaskinuna Texas Instruments, sum er væl egnað til skúlaroyndir.
    Tryggja tær, at lummaroknarin hevur rættar innstillingar, og at hann riggar sum hann skal.