Føroyskt
Kom og les
01.03.2025
Frá mánadegnum 2. mars til fríggjadagin 20. mars verður lesiátakið Kom og les. Átakið er fyri allar næmingar. Endamálið er, at allir næmingar lesa í 20-30 min. um dagin, t.e. 10-15 min. í skúlanum og 10-15. min. heima.
Gevið gætur!
Umráðandi er, at skrivað verður í lesikortið (næmingurin og ein vaksin) hjá næminginum hvønn dag, tá lisið verður heima.
Næmingarnir hava bøkur í lesilummanum, sum teir fara at lesa í. Næmingarnir skulu eisini hava 1 bók, sum teir kunnu taka við heimanífrá ella sum teir kunnu lána frá skúlanum.
Í skúlanum verður tiltakið skipað soleiðis, at hvønn morgun verður ringt til lesiløtu (kl. 9.05-9.25), og øll seta seg at lesa.
Heitt verður á tykkum um at taka væl undir við tiltakinum.
Tað er umráðandi, at næmingarnir altíð hava bøkurnar til “Kom og les” við í skúla. Postmappan við lesilummin og frílesingbøkur skulu altíð vera í taskuni hesar tríggjar vikurnar.
Lagt út 24.02.2026
Framyvir fara næmingarnir at fáa Hervør & Høgni lesibók heim við inn ímillum.
Hervør & Høgni er felagslesibók, og tí fara næmingarnir at fáa fyri at lesa upp á í bókini. Umráðandi er, at ein vaksin lesur saman við barninum í H&H, so tað kann fáa hjálp til ókend orð.
Onkur næmingur megnar at lesa tekstin sjálvur, meðan aðrir møguliga ikki megna at lesa sjálvir. Tí er eisini umráðandi, at vaksin lesa fyri barninum, um so er, at barnið ikki megnar at lesa tekstin sjálvt.
Tosið um ókend orð og tosið um, hvat teksturin snýr seg um. Hetta stuðlar næmingunum í at arbeiða við tekstinum í skúlanum, umframt at gera uppgávur í arbeiðsbókini til ávísa tekstin.
Minnist til at hava bókina við aftur í skúla, tá bókin kemur heim við.
Vit hava tosað við næmingarnar um, hvussu ein fer við bókum hjá skúlanum. Vit fara tí at heita á tykkum um, vinarliga at binda bókina inn í bókapappír.
Lesing
Hóast næmingarnir koma at lesa í H&H inn ímillum, er týdningarmikið, at næmignarnir lesa hvønn dag í uml. 10 min. Tá lisið verður í H&H, telur tað við í teimum 10 min. Um tað tekur áleið 5 min. at lesa í H&H, lesið síðan í bókini í lesilummanum og minnst til at skriva í lesikortið.
Kvæðir at læra 2026
Lagt út 22.01.26
Næmingarnir skulu læra nøkur kvæðir hvørt ár. Her eru nøkur av kvæðunum, sum vit fara at royna at læra uttanat.
Byrjunarlesing
Lagt út 08.09.25
Í dag hava næmingarnir í 1.a fingið eina hvíta lesimappu heim við. Tey skulu lesa hvønn dag í uml. 7-10 min. Umráðandi er, at næmingarnir sita við einum vaksnum, ið skal stuðla undir lesingini.
Í fyrstuni skulu børnini stava orðini, gjarna við ljóðum, t.d. s-ó-l-i-n, og síðan siga orðið sólin. Hetta verður gjørt í byrjanuni, so at næmingarnir fær fatan av bókstavi og ljóði, so hetta festir seg væl í minnið, so børnini lættari hoyra hvørt ljóð. Hetta forðar eisini fyri, at tey sita og gita seg ígjøgnum orðini.
Tað hevur stóran týdning, at lisið verður við barninum, tá tað er vælupplagt, og tit merkja sjálvi eftir, nær barnið hevur sitið nóg leingi við lesingini. Fyri nøkur eru 10 min. lítið, meðan tað fyri onnur eru 10 min. leingi. Merkið eftir, hvat barnið megnar og steðgið, meðan leikur er góður.
Tað er týdningarmikið, at lisið verður við barninum, ímeðan tað er vælupplagt, og at tit merkja eftir, nær tað hevur sitið nóg leingi við lesingini. Fyri summi eru 10 min. lítið, og tey megna og tíma væl at lesa longri, ímeðan fyri onnur eru 10 min. í so leingi, og tey troyttast skjótt - so mugu tey heldur lesa í eini 5-8 min. Tað er umráðandi, at vit fremja lesihugin, heldur enn at køva hann.
Barnið skal lesa bókina 3 ferðir, áðrenn bókin verður skift út. Lærari lesur við barninum 1-2 ferðir um vikuna í skúlanum. Tað kann vera, at onkur næmingur bert nýtist at lesa bókina 2 ferðir, áðrenn bókin verður skift út, meðan onkur hevur tørv á at lesa 4 ella fleiri ferðir.
Minnist til at skriva í lesikortið, hvørja ferð, tá tit hava lisið heima. Dømi er í lesikortinum. Foreldur útfylla bert lesikortið, lærarin útfyllir lesilistan (listin við bókum á).
Um børnini ynskja at lesa meira, eru tit vælkomin at supplera við øðrum tilfari. Nógv er at finna á býarbókasavninum.
Góðan lesihug :)