Boð 1.a 2025/2026
Loppusøla fríggjadagin 5. desembur
Lagt út 20.11.25
Árliga loppusølan á Sankta Frans skúla verður 5. desember. Til loppusøluna skulu allir næmingar finna okkurt, sum teir skulu hava við at selja s.s. leikur, tey ikki spæla við longur, ov lítil klæði, heimabundið, bøkur/bløð tey ikki lesa longur o.s.fr. Næmingarnir kunnu ikki selja bakstur ella bomm og líknandi.
7. flokkarnir hava café, og 8. og 9. flokkarnir plaga at selja upplivingar.
Prísirnir á vørunum skulu liggja ímillum 1 kr. og 10 kr. Um tað er okkurt heilt serligt, kann tað kosta 15- 20 kr., men ikki meir.
Næmingarnir mugu eisini hava eitt sindur av leysum peningi við at keypa fyri - altso myntir 1, 2, 5 og 10 kr. er gott at hava. 50-100 kr. plagar at vera passaligt.
Dagurin fer fram soleiðis:
1. og 2. tíma: Vit seta vørurnar hjá okkum fram og prísa tær.
Eftir fríkorterið og fram til kl 11.00: Sølan byrjar, og vit skiftast um at passa okkara handil og at gang runt á skúlanum og keypa.
Kl 11.00-11.20: Vit rudda loppusøluna av.
Allur innkomni peningurin verður latin vælgerandi endamál, sum fevnir um børn í Føroyum.
Felagsforeldrafundur 18/11
Lagt út 13.11.25
Innbjóðing til foreldrafund - Knýta bond og skíggjanýtsla
Bjóðað verður inn til felagsforeldrafund fyri foreldrum í 1. flokki. Fundurin verður týsdagin 18. novembur kl. 18.00-20.00 í 9. floksstovuni í hádeildini (nýggi bygningurin hjá Sankta Frans skúla). Ynskiligt er, at bæði foreldrini møta til fundin.
Skúlastýriðbjóðar til felagsforeldrafund
Felagsforeldrafundur verður 11/11 kl.19.00 í fimleikahøllini. Skúlastýrið skipar fyri. sí kunningarskriv.
Mín jólabók 2025
Lagt út 07.11.25
Til ber at ogna sær Mín jólabók 2025 nú, sí mynd.
Vit ráða øllum til at keypa bókina. Bílegg á www.jólabókin.fo og rinda við gjaldskorti. Bílegg áðrenn 15. novembur, um tit ynskja bókina áðrenn 1. desembur.
Spælibólkar
Lagt út 21.10.25
Næmingarnir hava fingið yvirlit yvir spælibólkar í postmappuna, sí yvirlit her - Spælibólkar.
Skúlamjólk
Til ber at bíleggja skúlamjólk her. Freistin er fram til heystfrítíðina.
At minnast til
Lagt út 04.09.25
FB-bólkur: Meldið tykkum í FB-bólkin Sankta Frans 1.a 2025/2026.
Flokskonto: Rindið kr. 100,- til flokstoymið skjótast gjørligt.
Føðingardagsgávur: Komið við føgingardagsgávu innan 15. septembur. Fyrstu føðingardagarnir eru skjótt. Gentur keypa til gentu, dreingir keypa til drong. Viðmerkið á gávuni "til gentu" ella "til drong".
Foreldrafundur 27.08.2025
Lagt út: 27.08.25
FB-bólkur: FB-bólkurin eitur Sankta Frans 1.a 2025/2026. Foreldur rita seg inn í bólkin, hann er opin til og við fríggjadagin.
Flokskonto: Hvør næmingur rindar kr. 100,- til flokstoymið skjótast gjørligt. Peningurin er til ymiskt, bóltar, spøl, útferðir, hugnakvøld, heftir v.m.
Føðingardagar: Um umstøður eru til tess, verður flokkurin bjóðaður í føðingardag. Eisini ber til at bjóða okkurt lekkurt í skúlanum. Avgjørt varð, at gentur keypa eina gentugávu og dreingir keypa eina dreingjagávu. Gávurnar skulu latast flokstoyminum í seinasta lagi 15. septembur. Gávan skal kosta kr. 100,-.
Spælibólkar: Avgjørt varð at hava spælibólkar. Flokstoymið ger bólkar. Spælibólkar byrja aftaná heystfrítíðina.
Foreldraráð 25/26: Helena (Janus), Elin (Sjúrður) og Vígdis (Hansa Saloma).
Takk fyri góðan fund :)
Gunnvá og Esmar