Heilsufrøðingurin vitjar.

Góðu næmingar og foreldur í 5.B. 

Týsdagin 11.feb. vitji eg 5.B. 

Næmingar koma í bólkum á gentur og dreingir og fáa undirvísing um kynsbúning. 

Eftirfylgjandi vera einstaklingasamrøður, har tosað verður um trivnað í skúla, frítíð og heima. Eisini fáa næmingar eitt spurnarblað til samrøðurnar, við spurningum um likamliga, sálarliga og sosiala heilsu. Eisini verða funktiónskanningar gjørdar.

Um foreldur hava spurningar ella eitthvørt viðvíkjandi trivnaðinum hjá tykkara barnið, sum tit ynskja at tosa um áðrenn einstaklingasamrøðurnar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg. 

Vinaliga, 

Morid Meitilberg, 

Heilsufrøðingur í Sankta Frans skúla 

tlf. 562339

mail: moridm@gigni.fo

Boð / kunning 5.b

Góðu foreldur í 5.b !

Bílegging av skúlamjólk skal nú gerast talgilt gjøgnum niðanfyristandandi leinki:

https://sfs.fo/mjolkaskipan

Avrit av kvittan skal sendast til teldupost skúlans:  sfs@skulin.fo

vh
Helga

Góðu foreldur í 4.b !
Til tykkara kunning eru fylgjandi skriv komin frá Familjufyrisitingini:

Foreldrasamstarvsskeið2.pdf

Samrøðubólkar til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.pdf