Meginreglur fyri dagstúrar og seturskúla

 

Grunddeild

1. flokkur: Dagstúrur uttan at gista (t.d. í Kirkjubø, Kollafjørður ella í Nólsoy)

2. flokkur: Dagstúrur uttan at gista (t.d. í Nólsoy ella Hestoy)

3. flokkur: Dagstúrur uttan at gista (t.d. til Suðuroyar ella Kalsoynni)

·       Helst brúka almenna ferðaflutning

·       Flokslærari og møguliga ein lærari afturat (foreldraumboð um neyðugt)

·       Ikki krav um, at A og B fara sama stað

 

Miðdeild

4. flokkur: Seturskúla  - ferðast innanoyggja (gista eina nátt) á meginlandinum

·       Tveir lærarar pr. flokk

·       Um A og B fara saman, so eru tríggir lærarar við

·       T.d. gista í einum bygdarhúsi; í Gjógv, Húsavík o.s.fr.

·       Leiðreglur verða gjørdar av skúlanum: t.d. onga tlf. við (Skúlin ger leiðreglur)

·       Helst brúka almennan ferðaflutning

 

Hádeild

7. flokkur: Námsferð (síðst í árinum).

 

Leiðreglur fyri námsferð:

·      Í umsókn til leiðsluna verður við fakligari grundgeving, umframt uppskot til ferðaskrá, upplýst, hvar flokkurin fer, og hvat endamálið er við túrinum.

·       Námsferð er 5-7 dagar

·       Ferðast verður til enskttalandi land (um tað ikki verður eitt enskttalandi land, skal grundgevast fyri hesum í umsóknini)

 

Seturskúli/gisting

Í sambandi við gisting uttan fyri Tórshavn, kann skúlin (flokslærarin í samráð við leiðsluna) leiga eitt hús, t.d. eitt bygdahús ella líknandi, ið hóskar til endamálið. Næmingar rinda ein part av leiguni (200 kr.) meðan skúlin rindar hin partin av leiguni.

 

Sova í skúlanum

Vegna brunaviðurskifti er ikki loyvt at gista í skúlanum saman við flokkinum.