Kunning og kalendari: Árskalendari 2627 (frymil).pdf

Hetta er árskalendarin hjá 7. A. Her síggjast allar innlatingar, ið flokkurin hevur skúlaárið 2026/27. Eisini síggjast viðtalur og serlig tiltøk, ið vera á skúlanum.

Vikuætlan 7.a

Vika 46 - 2026

Mánadagur
9. November
Samfelagsfrøði
Heima: teir 10 spurningarnir á s.36 í bókini skulu vera liðugt svaraðir.
Danskt
Heima: vit skriva fyrstu donsku fyrisøgnina í heftinum, tit fingu hósdagin - Ny diktat for alle. Lesið væl uppá.
Støddfrøði
Heima: Tey sum ikki vóru liðug við heftið frá Magnar til hósdagin, gera tað liðugt.
í skúla: vit rokna s. 81-84
Føroyskt
Í skúlanum: vit byrja upp á bókina Mist kall í dag og síggja ein heimildar um Utøya í tí sambandi.
Týsdagur
10. November
Týskt
Heima:
* Logo 5, tekstbók: Lesa og umseta s. 24-25
Lívfrøði
í skúlanum:

vit hyggja eftir dokumentari um Charles Darwin,og svara spurningar um filmin.
 Steinrenning í Mykinesi
7.A hevur frí kl.11.20 ídag vegna skeiðvirksemi hjá lærarunum
Mikudagur
11. November
Støddfrøði
Emat
Ítróttarbreyt
Møta til morgunsang í fimleikahøllini
1. og 2. tíma Spøl í fimleikahøllini
3. og 4. tíma Dansa saman við Dianu
5. og 6. tíma 
Kostbreyt
Kapping: Vegetarmatur
Hvør bólkur keypir inn, og ger egnan rætt ella rættir. Kl.12 skal alt standa klárt til dómarar.
Hósdagur
12. November
Næmingaráðsfundur í hádildini 3. og 4. tíma
English
Heima:
Øll skulu hava keypt sær eitt skrivihefti til enskt! Tað gráa helst.

At school:
Break 6 - work in pairs on p. 16, 17 and 18.
Danskt
Í skúlanum: vit gera eina danska mállæruroynd inni á wiseflow. Danska diktatin verður útsett til komandi mánadag.
Fríggjadagur
13. November
Føroyskt
Í skúlanum: øll hava bókina Mist kall við í skúla - vit lesa í skúlanum.
English
Heima:
Øll skulu hava keypt sær eitt skrivihefti til enskt! Tað gráa helst.

Í skúlanum:
Vit gjøgnumganga stílevnini til stílin, sum skal latast inn í seinasta lagi 20/11 - um eina viku.
Pit Stop - Topic book p. 68 and 69, task book p. 64 and 65.

Leinkið til týsku Logo i-bøkurnar:
https://logo.gyldendal.dk/

Breytarskipanin hjá 7. flokkunum skúlaárið 2026 - 27

Gentur svimja ólíka viku

Dreingir svimja líka viku

N&T Kort.

Støddfrøði amboð

Mongdin av teknum, tit skulu halda tykkum til, tá tit skriva stíl:

Føroyskur stílur: millum 1.600 - 3.600 tekn við millumrúmum

Danskur stílur: millum 1.600 - 3.000 tekn við millumrúmum

 

Um at skriva stíl
Áðrenn tú kanst skriva nakað skilagott, noyðist tú at finna útav, hvat tú vilt fortelja, og hvørjum tú vilt fortelja fyri. Tá ið tú skrivar, snýr tað seg altíð, altíð, altíð um at fortelja onkrum okkurt.
Áðrenn tú byrjar at skriva:
- Ger tær eina ætlan/yvirlit

1. Ger tær greitt, hvat evnið snýr seg um.

2. Um tú hevur fingið okkurt tilfar at lesa, lesur tú tað gjølla. Um tú hevur fingið ávísar
uppgávur, lesur tú allar uppgávurnar, áðrenn tú byrjar at skriva.

3. Gev tær góðar stundir at velja uppgávu, um tú hevur fleiri at velja í.

4. Ger eina nágreiniliga ætlan – stig fyri stig - eina dispositión (hygg niðanfyri)

5. Nú líður so væl – tú hevur umhugsað og lagt stílin til rættis. Nú er bert eftir at skriva teir
ymsu partarnar í samsvari við dispositiónina.

Uppbygging:
1. Inngangur: Byrjanin, har tú sigur eitt sindur um evnið, nevnir eini 3-4 ting, sum tú ætlar
tær at viðgera meir í sjálvum stílinum.

2. Stílurin: Tú skrivar um evnið. Tú lýsir fyrimunir, vansar, trupulleikar. Tú greiðir frá, hvat
tú heldur kann gerast fyri at betra um.

3. Samanumtøka: Tú skrivar um, hvat onnur halda, og hvat tú heldur sjálv/sjálvur. Hvussu
heldur tú tað fer at vera í framtíðini?

Dispositión
1. Inngangur – sum greiðir frá/lýsir evnið, og sum eisini leiðir inn í evnið/stílin.
Sjálvur stílurin:
2. Nú byrjar viðgerðin – lýs evnið gjøllari, hvat, hvør, hví, tíð(nær, hvussu leingi?)

3. Hvør er ávirkanin? – t.d. fíggjarstøða, fólkaheilsa, ávirkan á onnur. Kann tað blíva
trupult? Um so er, kanst tú nevna onkrar orsøkir til tað. Eru fyrimunir? Hvørjir fyrimunir?

4. Hvat kann/eigur at vera gjørt fyri at avmarka/steðga trupulleikunum? Hvat kann/eigur at
vera gjørt fyri at betra um? Hvussu? Hvør skal gera hvat? Hvat kann tað almenna gera?
Hvat kann tann einstaki gera?

Endin:
5. Endi og niðurstøða – har tikið verður samanum. Hvat halda onnur, MEN sanniliga eisini:
Hvat heldur tú? Og hví? Hvussu heldur tú, tað fer at vera í framtíðini? (Framtíðarútlit).

Hetta eru fittu børnini í 6.A

Ovast frá vinstru: Philip, Fróði, Høgni, Guðmundur, Elinor, Noah, Hjalti, Aron, William og Hákun. Niðast frá vinstru: Tóri, Niclas, Kristin, Freya, Bergtóra Glóð, Emma, Alda, Rannvá, Anna, Matheas, Rókur, Villiam og Nóa.

Bókagreining

  • Les bókina væl og skriva tað týdningarmiklasta niður. Skriva t.d. ein stuttan samandrátt, nær søgan gongur fyri seg, persónar, støð og hvar er bókin mest spennandi.

Tá ið tú leggur fram, skalt tú eisini siga eitt sindur um:

  • Bókaheitið
  • rithøvundan
  • útkomu ár 
  • kanska bøkur eftir sama høvund