Námsferð í 7. flokki

Á Sankta Frans skúla er siðvenja, at næmingarnir í 7. flokki fara á eina felags námsferð síðst í skúlaárinum. Ferðin hevur bæði fakligt og sosialt endamál. Hon gevur næmingunum møguleika at menna fakligar førleikar sínar í øðrvísi umhvørvi og samstundis styrkja samanhaldið í flokkinum. Hetta er ein týðandi partur av undirvísingini og ein góður háttur at enda skúlaárið á.

 

Vit mæla til

Skúlin mælir til, at flokkarnir byrja at savna pening saman til námsferðina longu frá 1. flokki. Hetta ger tað munandi lættari fíggjarliga, tá námsferðin í 7. flokki nærkast.

Í 7. flokki verður eisini skipað fyri einari peningainnsavning, sum m.a. kann nýtast til útferðir og lummapening á námsferðini.

 

Leiðreglur í samband við námsferð

  • Í sambandi við umsókn um námsferð skal læraratoymið senda leiðsluni eina skrivliga umsókn, ið fevnir um fakliga grundgeving, uppskot til ferðaskrá, staðseting og endamál við túrinum.

  • Námsferðin varir vanliga frá fimm til sjey dagar, og verður farið til eitt skandinaviskt land ella eitt enskttalandi land. Um ferðin er ætlað til annað land, skal hetta grundgevast í umsóknini til leiðsluna.

  • Sambært telefon- og KT-politikki skúlans hava næmingar ikki loyvi at hava fartelefon við á námsferðina. Um tørvur er á at ringja, kunnu næmingar lána telefon frá starvsfólkunum. Foreldur kunnu altíð seta seg í samband við starvsfólkini á túrinum, um tey hava boð ella spurningar.