Sankta Frans dagur

Frans av Assisi, sum skúlin er uppkallaður eftir, livdi frá árinum 1181 til 1226. Hann var føddur í Assisi í Italia sum sonur ein ríkan handilsmann, men gavst við tí ríka lívinum fyri at liva í fátækdømi eftir fyrimynd Jesu.

Frans verður nevndur djóra- og umhvørvisverji, tí hann hevði djúpa virðing fyri øllum skapningum, og søgurnar siga, at hann prædikaði fyri fuglunum.

Frans av Assisi doyði 3. oktober, og 4. oktober bleiv hann skýrdur halgimenni og fekk navnið Sankta Frans. Vit hátíðarhalda tí hendan dagin.

Fyrrverandi pávin, ið tók navnið Frans, tók navnið eftir Frans av Assisi. Nonnurnar sum stovnaðu okkara Sankta Frans skúla vóru fransiskanarasystrar. Tær komu til Føroyar í apríl 1931, fyri at hjálpa føroyingum og endurstovna katólsku kirkjuna.

Tær síðstu nonnurnar úr fransiskanaraordanum fluttu úr Føroyum í august 2024, men søgan um tær og teirra arbeiði livir víðari í okkum nonnufrensum.

YouTube video á enskum

MK-X - norsk rokniseria.

píka7 - heimasíðan hjá barnablaðnum við nógvum góðum tilfari.

Atlantbib - smáar yrkisbøkur á netinum. Framleiddar av norðurlenskum skúlanæmingum.

"Ert tú við?" 12. partur