24. apr. 2025
Verkætlan hjá 1.b

Aldurnar í Mikladali

Næmingar í 1. B í Santa Frans skúla hava í eina tíð arbeitt við eini spennandi verkætlan. Verkætlanin tók støðið í søgnuni um kópakonuna í Mikladali á Kalsoynni og havfrúnna Ariel.

Næmingarnir teknaðu søgugongdina og skrivaðu eina tulking til sína mynd og løgdu rødd til filmin.

Burturúr hesum gjørdu næmingarnir eina framsýning, sum vísti hvørji djór liva niðri í fjørðuni og í havinum í Føroyum og um tey stóru djórini í havninum; kúlubøku, royðin, grindahval, springarnar og mangt annað.

Eisini prátaðu og lærdu næmingarnir um ymisk fuglasløg og um hvar teir búleikast og hvar teir ferðast.

Tey teknaðu eina røð um Ariel og hugdu eftir filminum um hennara verð undir havinum og samanborið ævintýr og sagnir.

Vit hava lært nógv um havi, fiskar og onnur djór, sum liva í havinum. Tosk,síl, ál, havtasku,sild, krossfiskin og um ta stóru kópafamiljuna – brimil, nósan og um opnuna.

At læra um djóra og fuglalív í Føroyar og um okkara oyggjar og bygdir, um sagnir og ævintýr hevur verið so læruríkt og spennandi.

Lærarar og næmingar vórðu á einum máli um, at arbeiða við verkætlanini var sera læruríkt og stuttligt.

Sí video leinki niðanfyri

https://youtu.be/PaRvhRx4ax4?si=Mp7TgfV10QvHppu0

18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
18. jun. 2026
Sangløta á seinasta degi
16. jun. 2026
Næminga­ráðið í miðdeild­ini heilsar
15. jun. 2026
Fyrsti næmingur at fáa prógv
10. jun. 2026
Gloymd klæðir
10. jun. 2026
Prógvhandan 17. juni
06. jun. 2026
Rørsludagur í grunddeild
Sí eldri tíðindi