Trivnaðarætlan
Í dagsins samfelag er neyðugt at vísa umsorgan og fyrilit. Fyri at menna eitt gott og trygt umhvørvi fyri næmingar, starvsfólk og foreldur, er neyðugt at seta sær greið mál, hvat vit vænta av hvørjum øðrum. Soleiðis skapa vit eitt gott umhvørvi, har vit trívast og happing mistrívist!
Tá vit nýta orðið næmingur, er talan um næmingin í skúlatíðini.
Úr fólkaskúlalógini grein 1 stendur:
Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
Í skúlanum knýta vit vinabond, men vinabond kunnu eins væl verða slitin, um arging, happing og illstøður eru gerandiskostur ella ikki verða tikin upp og steðga við tað sama! Tá skúlaskyldan er 9 ár, er tað lætt at hugsa sær, hvussu ein næmingur hevur tað, sum upplivir ágang, sum eingin tekur sær av. Hann fer aftur fakliga, hevur ilt við at hugsavna seg og sjálvvirðið minkar.
Her á skúlanum arbeiða vit miðvíst fyri góðum trivnaði fyri allar partar. Henda ætlan skal verða ein hjálp til tess at tryggja trivnaðin í dagliga arbeiðinum og fyribyrgja mistrivna.
Skal hetta eydnast, er neyðugt, at allar góðar kreftir samvirka. Trivnaðurin heima hevur eins stóran týdning og trivnaður í skúlanum og samfelagnum sum heild.
Les trivnaðarætlanina her: Trivnaðarætlan í Sankta Frans skúla
Saman standa vit sterk!