Skrivligar royndir
Allir næmingar í 7., 8. og 9. flokki fara upp í skrivligum royndum í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði, undantikið 9. flokkur, sum fer til skrivliga próvtøku í mai. Skrivligu royndirnar verða hildnar í januar og mai.
Í teimum málsligu lærugreinunum fáa næmingarnir uppgávur í staviførleika, mállæru, lesi- og lurtifatan og framseting. Í støddfrøði verða uppgávurnar í greiðslu- og fimisrokning.
Uppgávurnar taka støði í fráfaringarroyndunum í 9. flokki, men verða tillagað nakað hjá næmingunum í 7. og til vetrar royndina í 8. flokki.
Heitt verður á næmingar og foreldur um at kunna seg um reglur skúlans í samband við skrivligar royndir.
Góð ráð í samband við skrivligar royndir
1. Fyrireika teg væl.
- Les ígjøgnum undanfarnar uppgávur og royndir, so tú minnist, hvat tú dugir væl, og hvat tú kanst styrkja.
- Tak grundbøkur, notatir og møguligar eldri uppgávur við, sum tú hevur brúkt í undirvísingini.
- Tryggja tær eitt vælútgjørt pennahús við øllum, tú hevur brúk fyri.
2. Áðrenn royndina
- Verð væl úthvíld/ur og far hóskandi tíðliga í song kvøldið fyri royndina.
- Et ein góðan og mettandi morgunmat, og hav ein sunnan matpakka og okkurt drekkandi við.
- Møt í góðari tíð – helst 10–15 minuttir áðrenn royndin byrjar, so tú fært sett teg í ró og farið væl í gongd.
3. Undir royndini
- Brúka tíðina skilagott og til fulnar. Byrja við teimum uppgávunum, tú kennir teg trygg/an við.
- Les uppgávurnar gjølliga, áðrenn tú byrjar at skriva ella rokna.
- Minst til at rætta og hyggja ígjøgnum uppgávuna, áðrenn tú letur hana inn, so úrslitið verður so gott sum gjørligt.