Føst boð: Lesa frílesing hvønn dag í uml. 20 min. heima og skriva í lesikortið.
9/9-26
Góðu foreldur.
Av tí at undirtøka ikki var fyri spælibólkum, vil eg heita á tykkum vinaliga lesið brævið frá betri vinum og bjóða barni tykkara, at bjóða einum floksfelaga (gjarna einum sum ikki hevur vitja fyrr) við heim at spæla eina løtu onkuntíð.
Øll ynskja vit, at børnini skulu vera partur av einum góðum, tryggum og rúmligum felagskapi í skúlanum, og tí er tykkara leiklutur og stuðul við hesum arbeiðinum avgerandi. Skúlin (og eg sum flokslærari) lyftir ikki uppgávuna einsamallur, hóast vit gera hvat vit kunnu.
Tað er aftaná skúlatíð, at børn eru einsamøll og kundu havt gleði av, at spælt við onkran.
Vinaliga Birna
Bókstavaspøl
Tað eru fleiri ymisk spøl/venjingar at gera við bókstavunum í lesimappuni.
- Leggja bókstavaraðið (og tel hvussu nógvir bókstavir eru)
- Flokka hjáljóð, sjálvljóð og tvíljóð (og tel hvussu nógv eru av hvørjum)
- Byggja orð: orð við 1, 2, 3, 4 ella 5 bókstavum
- Rím orð: hús-mús-lús, il-bil-Emil, ál-kál-nál-mál, er-Per-her
- Orðaslangu: Síðsti stavur í orðinum er fyrsti stavur í næsta orði: sól-lás-súla-apa-abbi-il-lamb-ber-rás
- G-spæl: Sum í H&H - til ber eisini at velja annan bókstav enn G
- N-orð: Sum í H&H - til ber eisini at velja annan bókstav enn N
Fyri summi børn verður spælið stuttligari, um tit eisini taka tíð.
Til íblástur hyggið í "Súlubøkurnar" sum tit hava heima.
Eru ivamál, eru tit vælkomin at spyrja læraran.
Í bókhandlinum ber til at keypa súlukortspæl sum kann brúkast til spølini stavilsiskríggj og fiska.
Byggja orð
Børnini hava pappírsbókstavar (teir vit hava lært higartil) í lesilummanum, sum tey kunnu spæla við. Um onkur bókstavur manglar, kunnu tit gera ein nýggjan heima.
Venjið navn á bókstavi, ljóði, og stavilsir (klapp) í orðinum tey byggja.
Tey kunnu skrivað orðið/orðini tey byggja við bókstavunum á ein lepa og geva læraranum hann í skúlanum.