31.08.2023 - Broyting í Ársætlan.
Góðu foreldur.
Sum fleiri av tykkum hava lagt til merkis í ársætlanini, stendur "felags foreldrafundur" at verða í morgin.
Hettar er ein feilur, og fundurin verður seinni í septembur, dato fyri fundin er enn ikki fastlagt. Tit fáa kunning tá toymi hevur lagt eitt nýtt dato.
Vinaliga Eli
Boð 8. b

Kunningarskriv 16. Aug
Pennahúsið 2023
Minnist til at dagføra pennahúsið hjá børnunum. Pennahúsið skal innihalda:
- Blýantar (spískara um neyðugt)
- Viskileður
- Linjál
- Vinkulmátara
- Passara
- Ymiskar farvur at tekna við
Eli ornar rokni- og skriviheftir, mappur og møguligar plastlummar til næmingarnir, umframt keypi eg ymiskt til flokkin, sum næmingarnir kunnu lána, um tey hava gloymt eitthvørt eftir.