Boð Forskúli a

25. november 2021

Góðu foreldur og avvarðandi!

Vit hava í dag prátað við børnini um netflix røðina ‘Squid Game’, sum hevur 16 ára aldursmark. Orsøkin til hetta prátið er, at fleiri foreldur hava vent sær til okkara, tí at teirra børn hava fingið fortalt um hesa óhugnaligu røð frá sínum javnaldrum. Hetta hevur sett síni spor, so børnini nú kenna seg ótrygg og bangin.

Tað vísir seg, at fleiri børn hava sæð alla røðina, ímeðan onnur hava sæð partar av henni – nærum øll børnini kenna til hana, og tey spæla nú spøl, sum relatera til hana. Í summum førum tykist tað, at foreldrini eru vitandi um, at teirra barn sær røðina, og í øðrum førum vita tey ikki av tí.

Tað er sera týdningarmikið, at tit práta við tykkara barn um hetta, og um, at tað er ein orsøk til, at aldursmarkið er sett til at vera 16 ár. Forskúlabørnini eru sostatt alt ov ung at síggja og administrera slíkt s.s. ‘Squid game’. Hetta fyri betur at kunna geva børnunum ein so góðan, tryggan og sorgleysan barndóm sum gjørligt.

Vónandi skilja tit okkara stúran hesum viðvíkjandi.

 

Vinaliga

Vit í forskúlanum