Starvsfólk í forskúla b.:

Flokslærari: Anna Hentze   

Námsfrøðingur: Konny N. Zachariasen

                                               Lærari:     Birna Gaard (flokslærari frá 1. fl.)

Tlf.nr.:

Forskúli b.:          22 80 39

Anna flokslærari: 22 06 90

Heimasíðan:

www.sfs.fo/flokkar/forskúliB 

21.03.2024

Í morgin er seinasti dagur áðrenn páskafrítíðina og vit fara til gudstænastu í Mariukirkjuni kl.08.45

Vit koma fínklødd í skúla.

Vit ynskja tykkum einar gleðiligar páskir.

Síggjast aftur týsdagin 02.apríl kl.08.00 ;)

18.03.2024

Í morgin er seinastuferð,  pylsubreyðsøla verður hetta skúlaárið

Tað er upp til hvønn einstakan um man hevur hug at ognað sær pylsubreyð ella pitsasnigil í ístaðin fyri lítla matpakka.

26.02.2024


Tað er upp til hvønn einstakan um man hevur hug at ognað sær pylsubreyð ella pitsasnigil í ístaðin fyri lítla matpakka.

20.02.2024

Góðu foreldur og avvarðandi,

Í gjár merkti sorg og deyði nógv okkara skúladag. Onkur av børnunum hava júst mist ein kenning. Av tí sama tóku vit hesi evni upp í felag (f.a og f.b).

Børnini komu til orðana og settu orð á sína sorg og tað at missa ein av sínum kæru. Hetta fevndi um alt frá langommum og abbum til hamstarar.

Vit tosaðu eisini um, at vit syrgja á ymiskan hátt og eingin háttur er "rættari" enn ein annar. Og vit kunnu eisini væl syrgja og leingjast eftir t.d. einum langabba, ið doyði fleiri ár áðrenn vit blivu fødd.

20.02.2024

Tað er upp til hvønn einstakan um man hevur hug at ognað sær pylsubreyð ella pitsasnigil í ístaðin fyri lítla matpakka.

20.02.2024

Góðu tit øll,

Tað er av sera stórum týdningi at tekningar, brøv v.m., ið hongur uppi yvir regn og kavaklæðunum hjá barnid tykkara verður tikið heim við :)

06.02.2024

FØSTULÁVINTSMÁNADAGUR

Føstulávintsmánadag 12.feb. verður føstulávintshald í skúlanum.

Børnini koma grýluklødd í skúla og um onkur ikki ynskir at verða grýluklæddur er tad sjálvandi eisini í lagið. Vit hava tíðanverri ikki møguleika at mála børnini.

Dagurin hjá okkum byrjar vid morgunsangi kl.08.00 og kl.08.? verdur fari oman í fimleikahøllina at kvøða. Vit koma niðan aftur í flokshølini har vit gera kalendaran og ymiskt annað. Kl.09.? fara vit oman aftur í høllina at sláa tunnu. Tá kattakongurin er funnin, fara vit niðan aftur í flokshølini at hugna okkum saman vid kakao og leskiligum bollum. Dagurin endar vanliga tíð kl.11.20

Vit eru sera spent, at síggja allar tær fittu og sikkurt eisini farligu forskúla grýlurnar ;)

 

31.01.2024

!! LÁGAGARÐS BÓLKAR !!

Lágagarðsbólkarnir eru broyttir og her eru nýggju bólkarnir:

BÓLKUR EITT:

Hjørtur, Sverri, Arnar, Jákup Heri, Astrid, Paulina og Olivia

BÓLKUR TVEY:

Pætur Sámuel, Andreas, Birgir, Rúnar, Silas, Maya, Rakul og Tóra

BÓLKUR TRÝ:

 Nataniel, Jóanes, Hugin, Mattias, Bjørg, Diana, Snjóleyg og Aurora

30.01.2024

Hey tit!
Olivia G. (F.a), fyllir 7 ár sunnudagin og hon vil fegin bjóða øllum gentunum í A og B í føðingardag fríggjadagin 2/2 kl. 13-16. Vit avheinta tær í frítíðarskúlanum og tit kunnu avheinta aftaná arbeiðstíð. 
Sí nærri kunning á kunningartalvuni hjá forskúlanum.

30.01.2024

!!! Góðu foreldur/avvarðandi !!!

Vegna keðiliga veðurforsøgn verður eingin skúlagongd í morgin.

Góðan frídag og vit síggjast aftur hósmorgunin til vanliga tíð :)

26.01.2024

7.flokkur fer at selja pylsubreyð og pitsasniglar nakrar mánadagar fram til páskir, hetta til frama fyri teirra námsferð.

Tað er upp til hvønn einstakan um man hevur hug at ognað sær pylsubreyð ella pitsasnigil í ístaðin fyri lítla matpakka.

19.12.2023

"90-ára barnakórið"

Í morgun møta børnini, ið sungu við "90-ára kórinum" klokkan 08.00 í Vesturkirkjuni. Hetta tí tey skulu venja áðrenn framførsluna í kirkjuni.

Konny tekur í móti teimum.

Børnini eru: Olivia, Tóra, Aurora, Jákup Heri og Pætur Sámuel

19.12.2023

Kirkjugongd

Seinasti dagur áðrenn vit fara í jólafrí verður mikudagin 20.des.

Vit koma pintaði í skúla, tí vit fara til jóla gudstænastu í Vesturkirkjuni.

Dagurin byrjar sum vant kl.08.00 og fara til gongu út í Vesturkirkjuna kl.08.10 til uml.kl.09.45. 

Síðani verður farið heim aftur í skúlan og í frítíðarskúla sum vant kl.11.20.

Um barnið verður heintað ella skal heim við eldri systkjum úr Vesturkirkjuni, SKAL hetta boðast okkum frá áðrenn.

Góða jólafrítíð og vit síggjast aftur mikumorgunin 03.jan.2024 kl.08.00 ;)

16.12.2023

JÓLAFEST

Jólafest verður mánadagin 18. og vit koma øll fínklødd í skúla kl.08.00. 

Vit fara oman í fimleikahøllina at dansa jólatræ. 

Síðani fer 5.fl. at framføra jólaleik.

Aftaná hugna vit okkum í flokkinum til farið verður

í frítíðarskúla kl.11.20

12.12.2023

FELAGS MORGUNSANGUR

Í morgin verður Lusiadagur og tá fara næmingar úr 7.flokki at skipa fyri. Vit fara oman í fimleikahøllina eins og í farnu  viku til felags morgunsang kl.07.55.

Peningurin, ið kom inn frá loppusøluni verður handaður og í ár verða tað nonnurnar, ið fáa peningin og geva hann víðari.

26.11.2023

Góðu børn, foreldur og avvarðandi…

Vit hava fingið eina innbjóðing til jólasøluna á Lágargarði 

týskvøldið 28.nov.

Onkur av børnunum hava hjálpt til við fyrireikingunum.

Tað vakurt pyntaða jólatræðið í Virkisstovuni hava børnini í bólki trý pynta :)

20.11.2023

JÓLAKALENDARIN

Vit fara at hava ein jólapakkakalendara.

Hvørt barn hevur ein pakka við til kalendaran í seinasta lagið fríggjadagin 24.nov.

Virði á pakkanum er í mesta lagi 30kr.

Av praktiskum ávum keypa gentur, gentum pakka og merkja hann G.

Dreingir keypa dreingjum pakka og merkja hann D.

Møguleiki er eisini at keypa ein pakka, ið er ætlaður bæði til gentu og drong og merkja hann B.

Pakkarnir skulu vera søtmetir fríir.

FORSKÚLI B. 08.11.2023

 

Góðu foreldur/avvarðandi !!

So er heystið við at fara aftur um bak og veturin stendur fyri durum.

Hetta merkir so tað, at okkara foreldraviðtalur liggja fyri framman (13. og 20.nov.).

Samtalan er einans 10 min. long, tí heita vit innarliga á tykkum um at møta stundisliga.

Tit eru vælkomin at skifta um tíðir, tykkara millum, og gevið okkum boð um tað.

Øll hava fingið eitt skriv við heim har tykkara viðtalu tíð stendur á.

Foreldraviðtalurnar fara fram í okkara flokshølum.

Nýtið inngongdina, ið er upp trappurnar til forskúla A.

Vit seta eitt skeltið á hurðina.

Vinarliga

Anna og Konny

07.11.2023

08.11.2023

VERÐUR EINGIN SKÚLAGONGD VEGNA LÆRARADAG Í NLH.

FRÍTÍÐARSKÚLIN LETUR UPP KL.07.45

30.10.2023

MÍN JÓLABÓK

2023

Børnini hava fingið í boði, at keypa "jólabókina".

Hvørt barn hevur fingið eitt ark hesum viðv. hongt á sítt pláss.

Um bókin verður keypt, er ynskiligt at goldið verður á netinum.

Hetta tí at so sleppa vit undan at liggja inni við reiðum peningi.   

27.10.2023

Góðu foreldur/avvarðandi,

Vit hava fingið boð um ein tilburð av barnaormið.

Tit verða biðin um, at hava eitt vakið eyga við,

hvussu støðan er, hjá barnið tykkara og øllum húskinum.