Pakkakalendari :-)

Góðu foreldur í 2.a vit ætla aftur í ár, at næmingarnir hava jólapakka við til pakkakalendara :)

Vónandi ber til hjá tykkum at hjálpa okkum á henda hátt at hugna um næmingarnir hesa køldu ársins tíð.

Vit ynskja at øll hava ein pakka  við, ið hevur virði á 50 kr - (onkran lut - ikki bomm ella nakað at eta/ drekka)

um hetta ikki ber til hjá onkrum tykkara, vinarliga sigi flokslæraranum frá. 

Fyrireiking til Loppusøluna 5. des - lutir til loppusøluna:)  

Fríggjadagin tann 5. des verður verður árliga loppusølan í Sankt Frans skúla. Ágóðin fer til vælgerandi endamál, ikki er kunngjørt enn júst til hvat.

Vit heita á tykkum um at lata børnini fáa eitthvørt smáting við í skúla, sum tey kunnu selja henda dagin. Hetta skulu vera lutir, sum eru í góðum standi. Dømi: smáir bóltar, bilar, smá spøl, Anders and bløð osfr.

Næmingarnir fáa høvi at ganga runt í skúlanum og keypa frá hvørjum øðrum. Lutirnir vera seldir bíliga áleið 2-5 kr stk.

Gott um tit kunnu lata børn tykkara fáa áleið 50-100 kr við í skúla, so tey kunnu keypa okkurt frá hinum børnunum :-)

26.09.25


Býarskipanardeildin í Tórshavnar kommunu vitjar 2.a

mánadagin 6. oktobur 2025 kl 10-11

Fyri nærri frágreiðing um vitjanina

Sí brot úr skrivi frá teimum:

"Ætlanin er at tosa við børnini um ymisk støð í Havnini og seta orð á, hvar býarskipanin er væl eydnað og hvar hon er minni væleydnað. Til endans ynskja vit at geva børnunum høvið at tekna býin ella eitt ávíst grannalag.

Vit ynskja at hava møguleika at brúka tekningarnar í sjálvum politikkinum og at gera filmsupptøkur meðan teknað verður, og at upptøkur møguliga kunnu brúkast til ein lýsingarfilm um arkitekturpolitkkin.

Til hetta krevst samtykki frá foreldrum/verjum....."

--------------

Næmingarnir hava fingið samtykkiskjal heim við at skriva undir.

--------------

15.09.25

Viðvíkjandi túr mánadagar (1.-4. tíma) 

Við atliti til flokkin fara vit framyvir væntandi túr áleið 1 ferð um mánaðin. Hinar mánadagarnar fylgja vit skemanum; men royna so vítt gjørligt at leggja ymiskt virkni inní dagin onkra løtu. Tað kann vera at spæla roknispøl eina løtu, "renni rokning", stafett uttandura, máta ymiskt vm 

02.09.25 Heilsan frá heilsufrøðinginum

Skriv frá heilsufrøðinginum.pdf

26.08.25

Heilsan og kunning um gongutúrar  mánadagar

Góðu foreldur og næmingar - verið vælkomin í 3.a :-)

Nú hava vit longu gingið nakrar dagar í 3. a og hava verið gongutúr tveir mánadagar.

Ætlanin er javnan at fara gongutúrar mánadagar, 2.-4. tíma. Vit ganga til okkurt fríøki, at hyggja at ymiskum/ hugna okkum og spæla.

Onkuntíð eisini at vitja okkurt stað/ stovn vm.

Til hesar gongutúrar hevði verið gott, um tit lata børnini fáa einar eyka hosur í taskuna/ og møguliga eisini einar eyka buksur, tí vit spæla ofta eina løtu á onkrum fríøki, tá vit eru túr og tá kann henda nøkur gera seg vátan.

Tit kenna tykkara børn og hvat teimum ofta tørvar av eyka klæðum eftir ein túr í náttúruni :-)