Støddfrøði (greiðslu- og fimisrokning)

Næmingar í 7., 8. og 9. flokki skulu til roynd í greiðslu- og fimisrokning í støddfrøði.

 

Greiðslurokning

Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar á pappír. Teldan kann nýtast sum hjálparamboð.
Fornavn, eftirnavn, flokkur og lærugrein skulu tilskilast á øllum ørkum, sum verða latin inn.

Uppgávurnar skulu skrivast pent, greitt og skilligt við penni, áðrenn tær verða latnar inn.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó er ikki loyvt at nýta vitlíki ella annað tólmenni, sum loysir uppgávurnar fyri teg.
Grundað á møguligt svik er lummaroknari á telefonini ikki loyvdur, og telefonin skal latast inn, áðrenn royndin byrjar.

Skúlin viðmælir, at næmingarnir keypa sínar egnu lummaroknarar.

 

Fimisrokning

Í fimisrokning eru allir hjálparmiðlar loyvdir uttan roknimaskina og líknandi amboð. Tað merkir, at næmingurin kann brúka lærubøkur, tabellir, undanfarnar royndir og egin notatit til royndina.

Skúlin letur kladdu til næmingin, men skriviamboð og annað viðkomandi tilfar skal næmingurin sjálvur hava við.

 

Góð ráð í samband við støddfrøðiroyndir

  1. Støddfrøði handbók er eitt sera hent amboð at hava við. Næmingarnir hava í 7. flokki fingið eitt eintak av henni frá skúlanum at eiga. Hon finst eisini á netinum, sí leinki: Støddfrøði handbók

  2. Tak undanfarnar fimis- og greiðslurokningar við til royndina. Tær kunnu geva góðan íblástur til, hvussu tú setur upp uppgávurnar, og hvussu tú hevur roknað áður.
    Hygg eisini eftir viðmerkingunum frá læraranum – tær eru ofta sera gagnligar.

  3. Hav góð og rein skriviamboð við: blýantar, pennar, viskileður, linjál, passara, vinkulmátara og lummaroknara. Einglablóð og litblýantar kann eisini vera hent at hava við.
    Skúlin viðmælir roknimaskinuna Texas Instruments, sum er væl egnað til skúlaroyndir.
    Tryggja tær, at lummaroknarin hevur rættar innstillingar, og at hann riggar sum hann skal.