Vit rætta 09.06.26
8. juni 2026 - Føroyskt:
Uppgáva:
velji tykkum eitt djór og finnið ymsar upplýsingar tykkara djór.
Her eru ymsir spurningar, at hjálpa tykkum í gongd
Ymsir spurningar um djór:
Hvat eitur djórið?
Hvar býr djórið?
Býr tað á landi, í vatni ella bæði?
Hvussu sær djórið út?
Hvønn lit hevur djórið?
Er djórið stórt ella lítið?
Hvussu nógv bein hevur djórið?
Hevur djórið pels, fjøður ella skel?
Hvat etur djórið?
Hvussu fær djórið føði?
Aðrir spurningar:
Hevur djórið fíggindar?
Hvussu verjir djórið seg?
Býr djórið einsamalt ella saman við øðrum?
Hvussu flytur djórið seg (rennur, svamur, flýgur)?
Hvat ger djórið um veturin?
Hvussu fær djórið ungar?
Hvussu ansar djórið eftir sínum ungum?
Hvat er serligt við hesum djórinum?
Hví er djórið týdningarmikið?
Hvat heldur tú um djórið?
Vit rætta og venja/endurtøka
Víkingar
Rokning 3B 108-109
27.05.26
Ymiskar roknibøkur í 3. A
Heimaarbeiði í rokning:
Góðu foreldur hjálpi børnum tykkara við heimaarbeiði í rokning. Nøkur náa at gera dagsins setning lidnan í skúlanum og nøkur ikki. Roynið, so vítt gjørligt at gera uppgávurnar lidnar heima til næsta roknitíma. Um barn tykkara ikki megnar alt, royni so og rokni ein part, so tey skilja evni vit arbeiða við og eru betri fyrireika til næsta roknitíma.
"HEIMAHEFTI Í ROKNING"
Javnan fáa næmingarnir uppgávu at loysa heima og rokna í sítt "heimaroknihefti", td skriva talramsur 10-20-30....100, tabell venjing & tekna pengar til ymisk tøl, so sum 513. Góðu foreldur stuðli børnum tykkara í at fáa hetta gjørt. Hetta er fyri at børn tykkara kunnu fáa eyka venjing og vera betri fyrireikaði til næsta roknitíma og til rokning yvirhøvur.
Nøkur megna óiva hesa uppgávu mest sum sjálvi heima, onnur mugu haldast meiri til.
ps. hetta hefti kann vera ein A5 tekniblokkur ella líknandi, ið ætlanin er at tit sjálvi keypa, sí
Ætlanin er at hetta hefti liggur heima, men næmingarnir fáa av og á til uppgávu at lata hefti inn, fyrstu ferð 05.11.25
Vit venja tølini 1 - 100