KT-politikkur skúlans
Sankta Frans skúli leggur áherðslu á nærveru, sosiala samveru og at uppbyggja relatiónir millum næmingar og millum næmingar og starvsfólk. Skúlin heldur, at tað er stórur tørvur á analogum lærutilfari, og tí nýta vit tøkni skynsamt.
At nýta tøkni skynsamt merkir í stuttum, at tøkni sum námsfrøðiligt amboð verður nýtt, har tað gevur fakliga meining. Tá tað ikki ger tað, skal tøknin ruddast burtur. Nógv gransking vísir á vansarnar við ov nógvari skíggjanýtslu, og hvussu umráðandi tað er at skipa fyri tíðarrúmum, har ið eingin skíggi er, so at næmingarnir kunnu hvíla heilan.
Telefonir og smart ur
Næmingar í grunddeildini (1-3 fl.) skulu ikki hava telefon við í skúla. Um okkurt er áfatt, sum ger, at barnið skal hava fatur á sínum foreldrum ella øvugt, kann samskiftið fara umvegis flokslæraran ella skrivstovuna hjá skúlanum. Um serligar støður krevja telefon, kann avtala verða gjørd við viðkomandi flokslærara ella leiðsluna.
Næmingar í mið- og hádeildini kunnu hava telefon við í skúla, men hon skal vera sløkt og latast inn til læraran, sum hevur tey fyrsta tíman. Telefonirnar verða lagdar í eitt læst skáp, sum øll starvsfólk hava atgongd til. Næmingarnir fáa telefonirnar aftur, tá skúladagurin er liðugur.
Eingin næmingur skal hava smart ur ella onnur líknandi tól við í skúla.
Brot á hesa mannagongd viðførir, at telefonin/smart urið verður tikið frá næminginum og latið honum aftur, tá skúladagurin endar. Hendir hetta aftur, skulu foreldur/verji heinta telefonina/smart urið á skrivstovuni.
Starvsfólk á skúlanum skulu nýta sínar telefonir skynsamt. Tað merkir, at alt óneyðugt brúk av telefonini skal goymast til seinni, ella tá næmingar ikki eru til staðar.
Telefonir í samband við seturskúla og námsferð
Meginreglan er, at telefonir eru ikki við á seturskúla og námsferðum, tá næmingar og lærarar sova undir somu lon. Gera tey ikki tað, skulu næmingar hava telefon við. Telefonin órógvar meira enn hon ger gagn á slíkum útferðum, og eiga viðkomandi starvsfólk at skipa soleiðis fyri, at næmingar ikki hava tørv á telefonini.
Um serligar støður eru galdandi, kann loyvi vera givið frá flokslærara ella leiðsluni at hava telefon við.
Teldur og teldlar.
Næmingar kunnu við serligum loyvi frá flokslærara ella leiðslu taka teldu ella teldil við í skúla. Skúlin hevur teldur tøkar til næmingarnir í mið- og hádeildini. Miðdeildin hevur trý telduskáp til taks, og hádeildin hevur eina teldu til hvønn næmingin.
Smartboard talvur
Allar skúlastovur og nøkur serlig hølir eru útgjørd við Smartboard-talvum. Hetta er eitt námsfrøðiligt amboð hjá starvsfólkunum. Næmingar skulu ikki hava atgongd til talvurnar. Talvan skal eisini nýtast skynsamt í matarsteðginum.
Tá talvan ikki er í brúk, skal skíggin ella teldan sløkkjast. Loyniorð eru sett á talvurnar, sum næmingar undir ongum umstøðum skulu kenna til.
Vinaliga leiðslan
28. juni 2024