11.09.26
Kunning um arbeiði í rokning í skúlanum og heima:
- sum útgangsstøði rokna allir næmingarnir tað sama í skúlanum og gera seg lidnan heima, um teir ikki náa setta setningin í skúlanum.
- Men eins og eg nevndi á foreldrafundinum í vikuni, so er ætlanin ikki at næmingarnir sita í tímar og rokna heima, men áleið 20 min.
- Og er uppgávan ov torfør, td fleiri stór pluss stykki, so kunnu tit ístaðin arbeiða við at tekna pengar til okkurt av tølunum í uppgávuni.
Kumpas
Endurtøka
Faldikapping
Spæl: gera kvadrat
"Heimahefti í rokning"
Javnan fáa næmingarnir uppgávu at loysa heima og rokna í sítt "heimaroknihefti", td skriva talramsur 10-20-30....100 & tekna pengar til ymisk tøl, so sum 123. Góðu foreldur stuðli børnum tykkara í at fáa hetta gjørt. Hetta er fyri at børn tykkara kunnu fáa eyka venjing og vera betri fyrireikaði til næsta roknitíma og til rokning yvirhøvur.
Nøkur megna óiva hesa uppgávu mest sum sjálvi heima, onnur mugu haldast meiri til.
ps. hetta hefti kann vera ein A5 tekniblokkur ella líknandi, ið ætlanin er at tit sjálvi keypa, sí
Ætlanin er at hetta hefti liggur heima, men næmingarnir fáa av og á til uppgávu at lata hefti inn, fyrstu ferð 03.11.25
Fyrst upp í 1000