Vælkomin á síðuna hjá hádeildini
Hádeildin fevnir um 7., 8. og 9. flokk og er seinasta stigið í skúlagongdini á Sankta Frans skúla. Her verður dentur lagdur á fakliga menning, sjálvstøðugt arbeiði og persónliga ábyrgd. Næmingarnir fáa møguleika at menna seg fakliga og royna seg í uppgávum, sum fyrireika teir til nýggjar avbjóðingar og næsta stig í lívinum og útbúgvingini. Samstundis verða virðing, samstarv og trivnaður framvegis sett í hásæti.
Her finnur tú kunning um:
- Breytaskipanina í 7. flokki
- Munnligar royndir
- Námsferð í 7. flokki
- Próvtøkur í 9. flokki
- Skrivligar royndir
- Vallærugreinar
Um tú eru í iva um okkurt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðsluna á tlf.: 28 25 13