Próvtøkur

Skrivligu próvtøkurnar verða hildar miðskeiðis í mai. Næmingar fara upp í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði.

Munnligu próvtøkurnar verða kunngjørdar av Próvstovuni og næmingar og foreldur verða kunnað um próvtøkurnar miðskeiðis í mai. Próvtøkulærugreinarnar eru altíð føroyskt, umframt tríggjar aðrar tilvildarligar lærugreinar.

Eftir skrivligu próvtøkurnar fáa næmingarnir lesifrí. Í hesum tíðarskeiði skipar skúlin fyri vegleiðingartímum, har næmingarnir kunnu fáa hjálp og ráðgeving í sambandi við fyrireikingarnar til munnligu próvtøkurnar.

 

Próvtøkukunngerð

Próvtøkukunngerðin kann lesast her.