Reglur í samband við royndir

  1. Møtið stundisliga. Royndarhølið letur upp 30 minuttir áðrenn royndin byrjar. Vit viðmæla, at næmingarnir møta í seinasta lagi 15 minuttir fyri ásettu tíðina.

  2. Fartelefonir og elektronisk útgerð skulu sløkkjast og latast vaktunum.

  3. Havið neyðug amboð við tykkum, so sum skriviamboð, linjál, viskileður, passara, vinkulmátara, lummaroknara og smátalarar. Havið eisini viðkomandi tilfar, so sum notatir, bøkur, heftir o.a. frá undirvísingini við til royndirnar, har tað er loyvt at brúka.

  4. Næmingar kunnu hava okkurt at eta og drekka við til royndina. Hetta skal tó ikki órógva royndarhaldið ella aðrir næmingar, sum eru til royndina. Um tað órógvar, verður tað beint burtur.
    Tað er ikki loyvt at fara at keypa í steðginum.

  5. Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar. Alt annað samskifti – bæði á netinum og sínamillum – er ikki loyvt. Friður skal vera í royndarhølinum. Samskiftið við vaktirnar fer fram við, at næmingurin rættir hondina upp.

  6. Í løtuni er hetta brotið ikki galdandi, tá skúlin roynir FLOWlock kagan !!
    Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann brúka internetið frítt og hava lærubøkur, uppgávur og annað viðkomandi tilfar við.

    Hetta brotið er framhaldandi galdandi !!
    Tó kann næmingurin ikki brúka vitlíti, sí punkt 9.

    Tó eru serlig undantøk í støddfrøði:
    - Í greiðslurokning eru allir hjálparmiðlar loyvdir uttan teldan.
    - Í fimisrokning eru eingir hjálparmiðlar loyvdir; bert pappír og skriviamboð skulu nýtast.

  7. Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni, meðan royndin er. Um næmingurin ynskir at lurta eftir tónleiki, skal tað koma frá einum tóli, ið ikki hevur netsamband.

  8. Verið sitandi alla tíðina, meðan royndin er. Biðið vaktina um loyvi, um tit skulu út. Havið fyrilit og hugsið um ikki at órógva hini, sum eru til royndina og onnur á skúlanum.

  9. Tað er ikki loyvt at avrita avrik, ið onnur hava gjørt. Tað er somuleiðis strangliga bannað, at nýta vitlíki til skrivligu royndirnar.

  10. Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið helvtin av tíðini er farin. Næmingar, ið fara áðrenn tíð, skulu fara út av skúlans øki.

Um næmingur brýtur reglurnar, verður viðkomandi burturvístur, og heimið verður kunnað.