Flokslærari: Birita W. Djurhuus, tlf: 254564


Aug. 26


Vit lesa í 1.a  

  • Lesilummar við venjingarheftum og lesikortið koma heim við. 
    Tit skulu royna at lesa hvønn dag við barninum í eini 10 min. Eisini tá tað ikki stendur á vikuætlanini. 
  • Hendan lesivenjingin er afturat hinum skúlatingunum á vikuætlanini.  
     
  • Foreldrini útfylla lesikortið hvørja ferð tit hava lisið við barninum. Sí mynd. 
  • Tá ið øll bókin/heftið er lisin tríggjar ferðir skal barnið geva læraranum bókina og barnið fær eina nýggja bók. 

Ráð tá ið lisið verður:  

  • Spyr um bókstavir: “Kennir tú hendan bókstavin”? “Hvussu ljóðar hann?” 
    Sig síðani, at barnið skal seta bókstav og ljóð saman t.d.: "h-ú-s".  
    Gott at endutaka orðið, tá ið barnið hevur lisið tað “Ja, har stendur hús.” 
    Hugsið um at rósa og gera tað til eina hugnaliga løtu.  
     
    Annað 
    At fara á bóksavn, lesa saman og at vaksin lesa hart fyri børnum er alt við til at stimbra lesigleðina, skapa góðar lesiløtur og lesivanar.  
     
    Góðan lesihug

             Vh. Birita 
 

 

 Útferð grunddeild 2026/27

Týsdagin 25. aug. fara næmingar og lærarar í 1. til 3. flokki í Sankta Frans skúla gongutúr úr Kirkjubø um Reynsmúlalág til Havnadali og oman í skúlan.

 

Børnini kunnu møta í Kirkjubø millum kl. 08:00 og 08:15. Kl. 08:15 fara vit til gongu.

Foreldur koyra børnini til rulluportrið í Kirkjubø, har gøtan byrjar. Lærarar taka ímóti børninum. Tosið tykkara millum, hvør kann koyra og roynið at fylla bilarnar.

 

Eisini ber til at taka bussleið 5 úr Steintúni kl. 07:35 og vera í Kirkjubø kl. 08:01.

 

Verið ílatin eftir veðrinum og verið í góðum gangiskóm. Havið lítlan ryggsekk við stórum og góðum matpakka og drekkidunki við.

 

Væntandi eru vit aftur í skúlanum um middagsleiti og børnini fara í frítíðarskúla sum vanligt.

 

Vit gleða okkum til ein góðan, virknan og hugnaligan dag!