Boð 3.b
Foreldravitalður okt/nov 2024
23.10.2014
Vit fara at hava foreldraviðtalur í oktobur og novembur. Her síggjast tíðirnar.
Vitjan av Musikkskúlanum
22.10.2024
Í dag høvdu vit vitjan av tveimum lærarum í Musikkskúlanum. Tey spældu valdhorn og klarinet fyri okkum. Summir næmingar vildu melda seg til hesi ljóðførini og fingu tí eitt tilmeldingarskjal við heim í dag.
Felagsforeldrafundur 3. septembur
30.08.2024
Felagsforeldrafundur verður í flokshølinum týsdagin 3. septembur kl. 17.00. Ynskiligt er, at í minsta lagi eitt umboð er fyri hvønn næming.
Vinarliga
Toymið í 3.b
Mjólkaskipan
24.08.2024
Næmingarnir kunna tekna seg til at fáa mjólk teir dagar, tey eta matpakkan í skúlanum (tvs. 3 ferðir um vikuna, mánadag, týsdag og hósdag). Tit melda til á heimasíðuni á leinkjuni her.
Felagsforeldrafundur 7. mai kl. 19-20.30
Felagsforeldrafundur verður í fimleikahøll skúlans týskvøldið 7. mai 2024 kl. 19.00-20.30
Á skránni verður ársfrágreiðingin frá skúlastýrinum og fyrilestur við Rúnu í Skála, fólkaskúlalærari og námslektari á Námsvísindadeildini á Setrinum.
Fyrilesturin er um: SAMSTARV ÍMILLUM SKÚLA OG HEIM.
Leikluturin hjá foreldrum í samband við skúlan er nógv broyttur seinnu árini og tað hevur stóran týdning fyri bæði trivnað, menning og læring hjá barninum, at skúli og heim megna at samstarva.
Møtið fjølment
Skúlastýrið
SPÆLIBÓLKAR apríl-juni 2024
Yvirlit yvir spælibólkar er her.
Sankta Frans 90 ár
Fríggjadagin 8. desembur eru 90 ár farin, síðani Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn.
Skúlin bjóðar øllum at vera vælkomin inn á gólvið í Sankta Frans skúla at halda henda merkisdag fríggjadagin 8. desembur kl. 9.00 - 13.00.
Skráin:
Í fimleikarhøllini:
- kl 09:00 Aslaug Olsen, skúlastjóri bjóðar vælkomin
- kl 09:08 Yngra barnakórið framførir
- kl 09:20 Djóni N. Joensen, landsstýrismaður fær orðið
- kl 09:30 Heðin Mortensen, borgarstjóri ber fram heilsan
- kl 09:40 Eldra barnakórið framførir
- kl 09:50 Næmingaráðs tala
- kl 10:00 Lærarakórið framførir og felagssangur
- kl 10:10 Kaffisteðgur
- kl 11:00 Leikur hjá 5. flokkunum í fimleikarahøllini
- kl 12:00 Leikur hjá 5. flokkunum í fimleikarahøllini
Framsýning verður í gomlu kirkjuni, opin frá kl.9.00. Øll eru vælkomin at ganga runt á skúlanum og í nýggja forskúlanum.
Øll eru vælkomin
Loppusøla 1. desembur
Fríggjadagin 1. desember verður árliga loppusølan í SFS. Innkomni peningurin fer til eitt vælgerandi endamál í Føroyum. Børnini taka ymiskt við heimanífrá at selja: onkrar lutir, gamlar leikur, kanska okkurt heimabakað, o.a..
Allir flokkar hava básar inni í heimastovuni, har vøran verður sett upp og prísað. Næmingarnir ganga síðani runt og hyggja og keypa frá hvør øðrum.
Næmingarnir skulu hava myntir við at keypa fyri (2,5,10 og 20 kr), tit avgera sjálvið, hvussu nógv hvør einstakur næmingarnir hevur við av peningi.
Boð frá heilsufrøðingi skúlans
Góðu foreldur at næmingum í 2.b.
Komandi hósdag fari eg at tosa við flokkin um evnið "Trivnaður og vinaløg".
Børnini hava í dag fingið eitt pappír við heim við kunning. Baksíðuna á pappírinum skulu børnini útfylla saman við tykkum, foreldrum. Havi pappírini við aftur í skúla hósdagin.
Eftir undirvísingina fari eg at tosa við børnini til einstaklingasamrøðu út frá pappírinum, sum tit hava útfylt saman. Eisini verður hædd, vekt og sjón kannað.
Um tit hava eitthvørt tit ynskja at tosa við meg um viðv. heilsu, trivnaði ella menning hjá børnum tykkara, eru tit vælkomin at kontakta meg á tlf. 562339 ella á mail: moridm@gigni.fo.
Eftir samrøðurnar verður flokkurin gjøgnumgingin saman við flokslærara.
Vinaliga
Morid Meitilberg, Heilsufrøðingur
Mín jólabók 2023
Næmingarnir hava fingið seðil heim um Mína jólabók 2023.
Um tit ynskja at keypa bókin, skal hon keypst umvegin www.jólabókin.fo. Freistin er 15. novembur 2023.
Foreldraviðtalur novembur 2023
Foreldraviðtalur vera 2. og 9. novembur. Sí yvirlit her.
Næmingarnir hava fingið eitt samrøðublað heim við í dag, 27/10. Næmingurin skal svara samrøðublaðnum saman við einum vaksnum. Samrøðublaðið er ein partur av grundarlagnum til foreldraviðtaluna, tí hevur tað týdning, at tit seta tíð av at svara samrøðublaðnum saman við tykkara barni.
Samrøðublaðið skal latast inn til flokslæraran í seinasta lagi dagin áðrenn foreldraviðtaluna, annars skjótast gjørligt.
Vinarliga
Toymið í 2.b
Skúlamjólk
Næmingarnir hava fingið seðil um skúlamjólk. Seðilin, saman við kvittan fyri inngjaldi, skal latast flokslæraranum sum skjótast, um næmingar ynskja at fáa skúlamjólk.
Spælibólkar vár 2023
Sí spælibólkar HER
Spælibólkar byrjar longu í komandi viku, viku 19.
Fyri at skapa góðan trivna millum næmingar í flokkinum, fara vit at hava spælibólkar, tað sum er eftir av skúlaárinum.
Ikki er nógv eftir av skúlaárinum, og tí er stutt ímillum spælibólkarnir. Vit vóna, at tit taka undir við hesum og seta eina løtu av til at skipa fyri spælibólki.
Um spurningar ella ivamál eru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran, Gunnvá.
Vinarliga
Toymið í 1.b
Kunning um lesiátak í viku, 10, 11 og 12
Góðu foreldur
Komandi tríggjar vikurnar, t.v.s. í viku 10, 11 og 12, verður skipað fyri lesiátaki í 1. og 2. flokkunum hvønn morgun kl. 9.05 – 9.25, t.v.s. í 20 min. Meiningin er, at foreldur/avvarandi syrgja so fyri, at barn tykkara eisini lesur heima í 20 min. hvønn dag.
Hvør næmingur fær eitt lesikort at leggja millum bókina, har tey skriva tað í, tey lesa í skúlanum og tað, tey lesa heima. Gott, um tit kundu hjálpt teimum við hesum og síðani vátta fyri lesingina á lesikorti.
Vónandi taka tit væl undir við lesiátakinum, barni tykkara at gagni.