
Foreldraráð
Foreldraráð fyri hvønn flokk verður valt á felags foreldrafundi fyrst í skúlaárinum. Vanligt er, at foreldraráðið hevur tríggjar javnsettar limir. Foreldraráðið situr í minsta lagi eitt skúlaár. Foreldraráð er týðandi partur av skúlagongdini, og leggur skúlin stóran dent á, at foreldraráð er í øllum flokkum.
Endamálið við ráðnum er saman við skúlanum at virka fyri trivnaði í flokkinum og at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu samansjóða næmingar og foreldur á ein dámligan og stuttligan hátt.
Foreldraráðið skipar fyri tiltøkum, eitt nú útferðum, hugnakvøldum, matgerð o.ø., har ið børnini saman við foreldrum kunnu hittast í hugnaligum umhvørvi. Eisini ber til at skipa fyri sosialum tiltøkum fyri flokkinum.
Gevið gætur: Foreldraráðið hevur ábyrgd av tiltakinum, men bjóðar flokslæraranum við til tiltøkini. Ymisk praktisk viðurskifti so sum lyklar og hølir, verður avtalað við flokslæraran.
Foreldraráðið eigur at skipa tær praktisku uppgávurnar soleiðis, at øll foreldur eru partar av tiltakinum.
Siðvenja er, at 7. skúlaár endar við einari námsferð uttanlands. Skúlin mælir til, at foreldraráðið longu í teimum yngru flokkunum tekur stig til ein felags uppsparingarleist og seinni eisini skipar fyri tiltøkum, ið eru við til at savna pening til námsferðina.
Skúlastýrið miðar eftir at bjóða øllum foreldraumboðum á ein árligan fund.
Niðanfyri eru nøkur hugskot til tiltøk og spøl, sum foreldraumboð kunnu skipa fyri til felags tiltøk. Hetta kunnu vera tiltøk saman við næmingum og/ella saman við foreldrum og møguliga systkjum. Mælt verður til, at í minsta lagi eitt tiltak er ætlað bert til flokkin og foreldur.
Tiltøkini verða nevnd í tilvildarligari raðfylgju.
- Seiðaberg/fiska og evt. grilla
- Túr út í hagan, evt. hava mat við ella t.d. sneisabreyð
- Gera jólapynt
- Skoyta
- Loypa á sjógv og grilla, evt. hitapott
- Disco
- Biograf og eta pitsa
- Hjóldag
- Fara á onkran sand
- Kondibingo/postarenning
- Rógva
- Hugni í skúlagarðinum v/ spølum, kakao, bollar
- Túr í Havnadal
- Svimja í svimjihøllini í Klaksvík
- Fara til sjónleik
- Koyra Go-cart
- Gongutúr úr Saksun til Tjørnuvíkar og evt. svimja á sandinum
- Gongutúr niðan á Kongavarðarnar
- Gongutúr til Kirkjubø
- Vitja okkurt gott spælipláss og hava matpakka við
- Sleða og eta bollar v/kakao
- Rógva gummibát
- Telttúr
- Felags nátturða og spøl
- Paintball og eta pitsa
- Vitja Sandagerð ella Nólsoy
Av brunaáðum er ikki møguligt at sova í skúlanum!
Vinaliga
Skúlastýrið og leiðslan fyri Sankta Frans skúla