Heilsufrøðingurin vitjar.

Góðu næmingar og foreldur í 7.b 

Týsdagin 1.apríl vitji eg 7.b.

Vit fara at tosa um evnið "ABC fyri sálarliga heilsu." 

Í morgin, fríggjadagin 28.03, byrji eg at tosa við næmingarnir til einstaklingasamrøður, har tosað verður um trivnað í skúla, frítíð og heima. Til samrøðuna fáa teir eitt spurnarblað, við spurningum um likamliga, sálarliga og sosiala heilsu. Eisini verða funktiónskanningar gjørdar.

Um foreldur hava spurningar ella ynskja at tosa um eitthvørt viðvíkjandi trivnaðinum hjá tykkara barnið áðrenn einstaklingasamrøðurnar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg. 

Vinaliga, 

Morid Meitilberg, 

Heilsufrøðingur í Sankta Frans skúla 

tlf. 562339

mail: moridm@gigni.fo

Hey og vælkomin á síðuna hjá okkum í 7.B :)

Tú finnur fleiri tíðindi undir teigunum Vikuætlan og Boð her á síðuni. 

Í Myndasavninum er eisini ein rúgva av myndum av ymiskum, sum vit takast við um dagarnar.