Munnligar royndir og próvtøkur
Í Sankta Frans skúla leggja vit stóran dent á, at næmingarnir fáa góðar royndir við at leggja fram, áðrenn tey fara til endaligu próvtøkurnar í fólkaskúlanum.
Vit meta, at slíkar royndir geva næmingunum tryggleika og førleikar at orða seg, vísa sína vitan og arbeiða sjálvstøðugt undir líknandi umstøðum sum til próvtøku.
Tí hevur skúlin valt, at allir flokkar í hádeildini fara upp í munnligari roynd í endanum av skúlaárinum.
Endamálið er at menna førleikarnar hjá næmingunum í munnligari framførslu, arbeiðshátti og fakligum samskifti, soleiðis, at tey eru væl fyrireikað, tá ið tey koma til endaligu próvtøkurnar í 9. flokki.
- 7. flokkur fer upp í einum tillagaðum synopsu-próvtøkuhátti B í føroyskum.
- 8. flokkur fer upp í tveimum tilvildarligum lærugreinum, sum ikki eru próvtøkulærugreinir í 9. flokki.
- 9. flokkur fer upp í teimum lærugreinum, sum Próvstovan trekkir 20. mai kl. 12.00.
Føroyskt er altíð við og harafturat tríggjar lærugreinar, sum lutakast verður um.