
Foreldraviðtalur
Fríggjadagur 10.01.25
Boð frá heilsufrøðinginum:
Góðu foreldur at næmingum í 4.b.
í dag hava næmingarnir fingið pappírið "Eitt sindur um meg" við heim.
Næmingarnir skulu útfylla pappíri saman við tykkum foreldrum og pappíri skal leggjast í brævbjálvan, sum skal afturlatast. Brævbjálvin skal latast inn týsdagin 14. jan. ella hósdagin 16 jan.
Í komandi viku fari eg eisini at tosa við næmingarnar í bólkum um evnið "Kroppur og mørk". Eftirfylgjandi havi eg einstaklingasamrøður við næmingarnar yvir næstu vikurnar, har tosað verður um trivnað í skúla, heima og frítíð út frá útfylta pappírinum. Eisini verða funktiónskanningar gjørdar. Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at venda tykkum til mín.
Vinaliga,
Morid Meitilberg,
Heilsufrøðingur í Sankta Frans skúla.
Tlf. 562339,
mail: moridm@gigni.fo

Undirvísingarætlan fyri 4.b í føroyskum.

- dreingir svimja líka viku
- gentur svimja ólíka viku
- svimjibrillur eru ein ómetalig góð hjálp, tá man skal læra seg at svimja

Kæru foreldur og avvarðandi
Í hesum teigi nevndur "boð" finna tit umráðandi kunning um flokkin og skúlan; tað veri seg tiltøk, viðtalur ella felags fundir.
Skilagott er at hyggja regluliga inni í hesum teigi.
