Skúlaár 2024/2025

Vit skriva søgur

31.08.2024

Allir næmingar hava fingið eitt skrivihefti heim við. Næmingarnir fara at skriva stuttar søgur í heftið. 

Lærarin ger yvirskriftina við evninum, sum næmingurin skal skriva um. Umframt at skriva eina stutta søgu um evnið, skal næmingurin tekna eina mynd, sum sigur nakað um tekstin og evnið. 

Hvør søga skal fylla 1 opnu (báðar síður), har yvirskriftin er skrivað. Næmingurin fær uml. 1 eina viku at skriva søguna. 

Tað er týdningarmikið, at vaksin hjálpa næminginum ígongd, umframt at stuðla næminginum gera setningar og við stavsetning. Týdningarmikið er, at næmingurin í so stóran mun til ber, skrivar sína egnu søgu. 

Góðan skrivihug :)

    

Skúlaár 2023/2024

Lesiátak - Kom og les!

Frá 26. februar til 15. mars 2024 verður lesiátakið  “ Kom og les”.  Átakið er fyri allar næmingar. Endamálið er, at allir næmingar lesa í 40 min. um dagin, t.e. 20 min. í skúlanum og 20. min. heima.

Gevið gætur!

Umráðandi er, at skrivað verður í lesikortið (næmingurin og ein vaksin) hjá næminginum hvønn dag, tá lisið verður heima.

Næmingarnir hava bøkur í lesilummanum, sum teir fara at lesa í. Næmingarnir skulu eisini hava 1-2 frílesing bøkur, sum teir kunnu taka við heimanífrá ella sum teir kunnu lána frá skúlanum.   

Í skúlanum verður tiltakið skipað soleiðis, at hvønn morgun verður ringt til lesiløtu, og øll seta seg at lesa.

Heitt verður á tykkum um at taka væl undir við tiltakinum.

Tað er umráðandi, at næmingarnir altíð hava bøkurnar til “Kom og les” við í skúla. Lesilummin og frílesingbøkur skulu altíð vera í taskuni hesar tríggjar vikurnar. 

Vit kvøða 2024

Nykursvísan og Øskudólgur og sópingarkonan eru at finna her

Finka - lesibók

Í dag hava næmingarnir fingið Finku lesibókina heim við. 

Finka er felagslesibók, og tí fara næmingarnir at fáa fyri at lesa upp á í bókini. Umráðandi er, at ein vaksin lesur saman við barninum í Finku, so tað kann fáa hjálp til ókend orð. Onkur næmingur er, sum megnar at lesa tekstin sjálvur, meðan aðrir eru, sum ikki megna at lesa sjálvir. Tí er eisini umráðandi, at vaksin lesa fyri barninum, um so er, at barnið ikki megnar at lesa tekstin sjálvt.

Tosið um ókend orð og tosið um, hvat teksturin snýr seg um. Hetta stuðlar næmingunum í at arbeiða við tekstinum í skúlanum, umframt at gera uppgávur í arbeiðsbókini til ávísa tekstin. 

Finka er taskubók, tvs. at hon skal altíð vera í skúlataskuni, tí hon verður brúkt hvønn dag í føroyskum í skúlanum. 

Vit hava tosað við næmingarnar um, hvussu ein fer við bókum hjá skúlanum. Vit fara tí at heita á tykkum um, vinarliga at binda bókina inn í bókapappír.