Vikuætlan 3.b

Flokslærari: Birna Gaard, tel. 211284

Vika 38 - 2026

Mánadagur
14. september
Føst boð
Lesa frílesing heima hvønn dag í uml. 20 min. og skriva í lesikortið.

Ein føroysk frílesingarbók skal altíð vera í skúlataskuni.
Rørsluvika
Føroyskt
Heima: Skriva 10 sagnorð í nútíð og í tátíð á eitt pappír. Tak tað við í skúla.

Í skúlanum: Lesi- og arbeiðsløta. Vitja skúlabókasavnið.
Danskt
Heima: Tel til 1-10 og 10-100 á donskum.

Í skúlanum: Lesa um Søren og Mette og gera uppgávur í "Min første danskbog".
Týsdagur
15. september
Rennidagur
Møta sum vanligt í floksstovuni.

Verið ílatin eftir veðrinum og til rørslu. 

Onga skúlatasku, men lítlan ryggsekk til matpakka og drekkidunk.

Frí kl. 11:20.
Mikudagur
16. september
Myndasavn
Nýggja myndir lagdar út. 
Støddfrøði
Heima: Tey, ið ikki blivu liðug við stk. 1.28 og 1.29 (s. 32) gera hesi heima. Venjið at skriva og rokna í hefti (stk. 1.29) og skrivið síðani úrslitini í bókina.   

Í skúlanum: Rokna s. 32-33.
Hósdagur
17. september
Danskt
Heima: Fortel heima hvat tú las í Søren og Mette mánadagin. Prøv og fortel på dansk. 
Í skúlanum: Lesa um Søren og Mette og gera uppgávu.
Føroyskt
Heima: Skriva bókaummæli liðugt og venja at leggja fram.

Minnist til at lata bókina inn aftur til Býarbókasavnið áðrenn freistin fer. 

Í skúlanum: Leggja fram í bólki og arbeiðsløtu.

ÚTSETT VEGNA RENNIDAG TÝSDAGIN.
Fríggjadagur
18. september
Føroyskt
Heima: Saman við einum vaksnum skalt tú, á eini teldu ella ipad, royna at rita inn á Nem í triðja ibókini og lurta eftir søguni á s. 24-30. Vit hava víst framferðarháttin í skúlanum og ein vegleiðing er í boðklivanum.

Í skúlanum: Vit arbeiða við Nem bókaheildini.
Støddfrøði
Í skúlanum: Rokna s. 34-36, negativ tøl.  

Ítróttur

Gentur svimja ólíka viku.

Dreingir svimja líka viku.

Ítróttar-/ svimjuklæði skulu altíð vera í eini tasku fyri seg. 

Pennahúsin

Ein vælútgjørdur og -skipaður pennahúsið hevur stóran týdning fyri flest øll børn. Pennahúsin skal Ikki vera ov stórur, men heldur ikki ov lítil. Tað skal vera passaligt av góðum amboðum í - ikki ov nógv, men heldur ikki ov lítið. Minnist til at skifta út og keypa á nýggjum tá tørvur er á tí. Hygg eisini eftir, um barnið dugir at spíðska, viska og gera strikur við linjál. Hetta eru førleikar sum fleiri av børninum eisini mugu venja heima. 

2-3 blýantar 

8-12 litblýantar

Spíðskara

Viskileður

Linjal

Saks 

Límstift

Um onkur ynskir at hava tussjir við, kunnu tey hava tað fyri seg í einum minni húsa ella lumma í taskuni.