Breytaskipanin í 7. flokki
Sum liður í at skapa trivnað og fjølbroytni í tímatalvuni hjá 7. flokki, bjóðar skúlin ein breytardag.
Endamálið við breytunum er at styrkja bæði kreativitet og rørslu, samstundis sum næmingarnir fáa høvi at fordjúpa seg í eina lærugrein ella virksemi, sum teir sjálvir hava verið við til at velja.
Ætlanin við breytunum er sostatt at styrkja skúlahugin, læruhugin og innlæringina hjá næmingunum.
Tit kunnu lesa námsætlanirnar fyri breytirnar á leinkjunum niðanfyri.
Val og undankanning
Fyri at skúlin skal kunna bjóða røttu breytirnar, verður í februar mánaði í 6. flokki skipað fyri undankanning um áhuga og ynski.
Kanningin verður grundarlag fyri, hvørjar breytir skúlin bjóðar komandi skúlaár.
Næmingarnir í 6. flokki raðfesta næmingarnir breytirnar eftir egnum áhugamálum, tá ið skúlaárið líður móti enda, og leiðslan kunnar nærri um, hvussu og nær valið fer fram.
Soleiðis býta vit breytirnar
Tað er avmarkað pláss á nøkrum breytum, og tí avgerð leiðslan, hvørjir næmingar fáa pláss á hvørjari breyt.
Skúlin roynir altíð at geva so mongum sum til ber teirra fyrsta val, men tað kann henda, at onkur má taka av sínum øðrum vali.
Um tað verður neyðugt, verður skipað fyri lutakasti um seinastu plássini.
Námsætlan fyri ítróttabreytina