Nýggir vinarbólkar
Apríl-juni
Av tí at tað ikki er so góð tíð eftir, og talið av børnum er vaksið, havi eg deilt tey í 4 bólkar hesa ferð :)
Byrjunarlesing (4. september 2025)
Øll børnini í 1.d hava fingið eina reyða lesimappu heim við í dag. Tey skulu lesa hvønn dag í umleið 10 min., har onkur vaksin situr hjá og stuðlar teimum. Í fyrstuni skulu børnini stava orðini so hvørt, tey verða lisin, t.d. s-ó-l-i-n, sólin. Hetta gera vit í fyrstuni fyri, at bókstavir og ljóð skulu festa seg væl í minnið, og fyri at børnini lættari skulu hoyra ljóðini, sum forma orðið. Hetta forðar eisini fyri, at tey bara sita og gita seg ígjøgnum tekstin.
Tað er týdningarmikið, at lisið verður við barninum, ímeðan tað er vælupplagt, og at tit merkja eftir, nær tað hevur sitið nóg leingi við lesingini. Fyri summi eru 10 min. lítið, og tey megna og tíma væl at lesa longri, ímeðan fyri onnur eru 10 min. í so leingi, og tey troyttast skjótt - so mugu tey heldur lesa í eini 5-8 min. Tað er umráðandi, at vit fremja lesihugin, heldur enn at køva hann.
Um børnini ynskja at lesa meiri, og tit meta, at tey megna hetta, eru tit vælkomin at supplera við øðrum tilfari. Nógv er at finna á býarbókasavninum.
Minnist somuleiðis til at fylla lesikortið út, hvørja ferð tit lesa.