Fráboðan um ov høga fráveru 

Ein næmingur verður mettur at hava ov høga fráveru, tá ið fráveran er meira enn 10% og næmingurin er reyður á Kervinum. Tá ið fráveran er ov høg, skal flokslærarin boða heiminum frá og vísa á, at tørvur er á bata. 
 
Fráboðan fer fram soleiðis:

 

1. oktober:

  • Flokslærarin sendir boð heim, um næmingurin hevur ov høga fráveru.
  • Flokslærarin velur sjálvur, hvussu boðini verða givin (t.d. skrivliga ella munnliga).

 

Á jólum:

  • Næmingarnir fáa ummælisbøkur ella støðumetsbløð. 
  • Fráveran og/ella fráveruskjal verður eisini útflýggjað við skúlaársenda. 

 

1. mars:

  • Um fráveran ikki er fallin síðan á jólum, skal heimið aftur fráboðast. 
  • Er fráveran batnað, verður einki boða heiminum frá. 

 

Áðrenn summarfrítíðina:

  • Næmingarnir fáa aftur ummælisbøkur ella støðumetsbløð. 
  • Fráveran og/ella fráveruskjal verður eisini útflýggjað við skúlaársenda.