Miðlabreytin hjá okkum vann „juryens specialpris“ í gysarafilmskappingini hjá Filmlinjen í Danmark. Hetta er ein serligur heiður, sum dómsnevndin valdi at lata í ár, umframt vanligu virðislønirnar. Í kappingini luttóku 85 flokkar við tilsamans 2.000 næmingum og 390 filmum.
Uppgávan var at gera ein gysarafilm á 2–5 minuttir. Næmingarnir skrivaðu sjálvir handritið og stóðu fyri allari filmsgerðini, frá fyrireikingum og upptøkum til klipping og ljóðarbeiði. Teir skuldu leggja dent á, hvussu myndir, ljóð og sjónleikur kunnu skapa spenning og óhugna.
Ein dómsnevnd við professionellum filmskaparum metti um filmarnar. Avgerandi var, hvussu væl filmurin megnaði at ræða áskoðaran, men eisini varð hugt at sjónleiki, myndatøku, klipping, ljóði og pallmynd.
Vit gleðast um, at arbeiðið hjá næmingunum fekk hesa viðurkenningina, og ynskja Miðlabreytini hjartaliga til lukku við heiðrinum!