17. Nov. 2026
FM í Skúlatalv 2026

So er skúlatalvkappingin aftur á skránni. Í ár verður kappingin hildin við Tjarnir. Allir skúlarnir í Føroyum eru bodnir til at kappast, og flest allir skúlar norðanfjørðs eru umboðaðir.

Týsdagin 17.11

Í dag kappaðust 3-4 flokkarnir. Vit høvdu 5 lið við. Missjavnt var við úrtøkuni, men dreingirnir í 4.b vóru raskir og líka við at fáa heiðursmerki. Teir endaðu nr.4. Liðið hjá 4.a var ikki langt aftanfyri. Liðini hjá 3. flokki telvaðu eisini væl.

Mikudagur 18.11

Í dag kappaðust 5-6 flokkarnir, og aftur høvdu vit 5 lið við. Liðið ið kláraði seg best í dag, var eitt lið við 4 dreingjum og tveimum gentum úr 6.a. Tey endaðu nr. 11 samanlagt. Aftur í dag hugnaðu tey sær almikið við nógvum talvum og talvpráti.

Hósdagur 19.11

Í dag kappaðust 7-9 flokkarnir, og enn einaferð kláraðu vit at manna 5 lið.

Gentur úr 8.a mannaðu eitt lið, og vóru tí við í kappingini millum gentur. Her vóru tær bara ½ stig frá at vinna. Spell, men væl kempa.

Dreingjaliðini kappaðust í hvør sínum enda av samlaða stigatalvuni. Leingi vóru trý av liðunum væl við. Øll lógu í top 10 tá ið seinasta umfar skuldi telvast.

Tað gjørdist heilt spennandi í seinasta umfari. Okkara SFs1 lógu bara ½ stig frá fyrsta plássinum. Leingi sá út til, at tað fór akkurát ikki at eydnast, men á teimum seinastu borðunum lagaði tað seg til okkara fyrimun, og vunnu vit tí. Aftur í ár. Fantastiskt! Hjartaliga til lukku.

Hetta er triðja árið á rað, at Sankta Frans skúli vinnur FM í skúlatalvi millum næmingar í hádeildini 

10. Nov. 2026
Mín jólabók 2026
10. Nov. 2026
Stjørnuleikir
05. Nov. 2026
Hondbóltslands­liðið vitjaði
03. Nov. 2026
Miðlabreytin vann „juryens specialpris“
09. Oct. 2026
Heyst­konsert
08. Oct. 2026
4.flokkur í KVF
Sí eldri tíðindi